Vunnu 4-0 á San Marino

Føroyska talvlandsliðið fekk reint borð, tá telvað varð móti San Marino mánadagin.
Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen, Olaf Berg og John Rødgaard mannaðu borðini hjá føroyska liðnum. San Marino hevði undan dystinum væl lægri ratingtøl enn føroyska liðið, og tíbetur megnaðu okkara eisini at liva upp til favoritt-heitið.
Sigurin ber við sær, at Føroyar nú hava 8 av 16 møguligum stigum.