Ikki er vanligt, at fólk eiga í hundraðtali av steypum, medaljum, plátum o.t, men gera tey tað, er ofta talan um ítróttafólk, ið íðka onkran einmansítrótt, sum t.d svimjing ella renning. Í Leirvík býr tó ein maður, ið hevur vunnið fleiri enn 300 steyp, plátur, gløs o.t. uttan at vera tað, vit nevna ítróttamann í vanligum týdningi.
Páll Lervig er ikki ein av okkara svimjarum, rennarum, súkklarum ella bóltleikarum, og hóast hann er dyggur LÍF- stuðul og hevur verið liðleiðari hjá LÍF í mong ár, so hevur hann ikki vunnið nakað nevnisvert við liðnum. Tó er hann heilt serligur á vinnaraøkinum við sínum mongu heiðursmerkjum. Vinnari og nr. 1 fleiri enn 300 ferðir er ikki einki.
Ein øðrvísi kapping
Tað, sum sermerkir “ítróttin” hjá Pálli, er, at hetta er kapping, sum verður skipað innan ávíst spæl, ofta innan fyri ítróttafeløg, men uttan fyri sersambondini. Talan er als ikki um eitt spæl, har leikari hevur møguleika at sleppa á føryska landsliðið, at sleppa til Oyggjaleikir, FM, HM ella EM, men var tað møguligt, var Páll helst ein av teimum, ið varð úttikin. Men so er ikki, tí spælið er ikki viðurkent sum ítróttur, hóast hetta hevur verið “íðkað” millum mong í nógv ár.
Páll eigur nevniliga stovuna fulla av steypum, sum hann hevur vunnið í sjavskappingum. Hann er ein rættiligur “sjavsari” og dámar og dugir spælið rættiliga væl.
- Jú, tað hevur eisini nakað við at spæla kortini, tú fært, rætt, men kortini hava nú eisini eitt sindur at siga. Spælið er sum nógv onnur spøl og ítróttur annars rættiliga tengt at, hvussu tú ert fyri sálarligt í tí løtuni, tú spælir. Byrjar tað at ganga illa, so gongur ofta illa alt kvøldið, meðan góð byrjan ofta førir til vinning.
Lærumeistarin Karlamagnus
Familjan hjá Pálli hevur ongantíð havt áhuga fyri sjavs, og kortspæl hevur ongantíð verið partur av hansara heimi, so Páll er heldur øðrvísi á hesum øki enn restin av familjuni.
Tó fór Páll at spæla sjavs sum heilt ungur. Hann fylgdist nógv við brøðrunum Kaj Eli og John, og pápi teirra, Karlamagnus, var ein rættur sjavsari, sum lærdi teir ungu at spæla sjavs. Ungu leirvíkingarnir plagdu tá at møtast í “Stórhús” á keiini í Leirvík at spæla fótbólt – hetta var áðrenn vøllurin varð gjørdur. Aftaná var vanligt at fara inn til Karlamagnus at spæla sjavs.
- Karlamagnus lærdi okkum ungu at spæla sjavs, so tað er honum fyri at takka, at tey mongu steypini nú eru í míni stovu. Hevði hann ikki havt lært meg at spæla sjavs, so hevði eg ongantíð lært hetta.
Spældi 25 tímar um vikuna
Páll bleiv heilt bitin av at spæla sjavs. Í fyrstani var tað bert til stuttleikar og heima hjá onkrum ella umborð á skipi, tá hann var til skips, men tá kappingarnar byrjaðu í 1994, var Páll ein av teimum mongu, ið meldaðu seg til kappingarnar.
Í fyrstani vóru tað ítróttafeløgini NSÍ og LÍF, ið skipaðu fyri sjavskappingum annað hvørt vikuskifti, men seinni tóku onnur ítróttafeløg undir við hesum. Ein tílík kapping varar einar 4 – 5 tímar. Páll minnist, at kappingar hava verið upp til fimm kvøld um vikuna okkurt tíðarskeið.
- Hetta var sera hugnaligt, men fyri meg var tað ikki hugnin sum dró, men sjálv kappingin og tað at vinna.
Frá steypum til gløs
Í fyrstani fingu vinnararnir sum oftast steyp, men seinni bleiv tað fyrst til plátur og síðan til gløs.
- Tað var eitt sindur keðiligt í longdini við øllum steypunum, so tað var gott, at hetta varð broytt til gløs, tí hetta vóru gløs, ið vit kundu samla uppá. Sama slag gløs, so tað var ikki so galið.
Nú er longur ímillum, at Páll er til sjavskappingar. Ikki tí, at hann ikki hevur áhuga, tí tað hevur hann enn, hóast hann helst hevur sligið øll sjavsmet. Seinastu tíðina er áhugin fyri at skipa fyri sjavskappingum tó nógv minkaður, og tí er møguleikin at spæla sjavs í kapping ikki tann sami, sum hann hevur verið.
Páll sleppur tó enn at spæla sjavs av og á, og hetta kvøldið, eg tosaði við hann, var júst eitt kvøld, har sjavskapping hevði verið á skránni, og hóast Páll hesaferð ikki gjørdist vinnari, so endaði hann á triðja plássi.
Fakta um Páll
Navn: Páll Lervig
Føddur: 09. februar 1955
Páll starvast hjá IRF, har hann savnar hvítar posar inn. Hann hevur starvast hjá IRF síðani 1995, og hetta starvið dámar honum avbera væl. Áðrenn hetta var hann eitt skifti á flakavirkinum Frost í Leirvík, og hann hevur eisini siglt úti og róð út.
Páll er giftur Tórgerð í Lágabø úr Vági, og tey bæði búgva í Leirvík. Páll hevur í nógv ár verið liðleiðari hjá LÍF, og hetta var hann eisini farna kappingarár. Páll hevur enn ikki avgjørt, um hann ætlar at halda fram við hesum, men hugurin tykist vera til staðar.
Hvat heldur tú um poker?
Mær dámar ikki poker, serliga tí mær ikki dámar at spæla
um pengar. Eg havi tó ongantíð spælt, so eg kenni ikki
serliga nógv til hetta kortspæl. Kenni ikki heilt reglurnar,
og leggi sum so heldur einki í tað. Eg veit ikki heilt, um
tað kann vera kappingin við poker, ið ger, at áhugin fyri
sjavskappingum er minkaður. Tað er tó ein sannroynd,
at áhugin er minkaður.
Hvat heldur tú um samanleggingina?
Mær damar hana bara væl. Tað verður lættari at arbeiða hjá kommununum, tá tær gerast størri. Størri eindir, lættari arbeiða. Eg vænti eisini, at Leirvík hevði havt tað trupult, um hon var einsamøll, tí avbjóðingin hevði helst blivið ov stór í longdini, so sum heild meti eg, at hetta er rætti vegurin. Eg hoyrdi, hvat Gøta hevði at bjóða, og hetta tók eg undir við. Tí fall valið nátúrliga á Gøtu og ikki á aðra kommunu.
Hvat heldur tú um GÍ?
Eg veit ikki heilt, hvat eg skal siga. Gøta er jú ein grannabygd, og nú hava vit lagt kommunurnar saman. Yngru deildirnar hjá GÍ og LÍF hava ofta samarbeitt, tí at leikarartilfeingið hevur ikki verið nóg stórt, og hetta hevur riggað stak væl. Eg haldi, at tað hevur verið gott fyri yngru leikararnar, at liðini hava arbeitt saman, tí annars høvdu teir kanska ikki spælt. Annars hava fólk tosað nógv um samanlegging millum feløgini, men hetta eri eg ikki heilt við uppá. Í øllum førum ikki enn. Allarhelst høvdu bara heilt fáir av okkara leikarum verið á besta liðnum, um vit høvdu lagt saman, og so hevði eg ikki hildið tað verið líka stuttligt at hugt at LÍF/GÍ. Rivaliseringin er eisini stór í millum feløgini, og tí ivist eg í, um hetta hevði riggað.
Hvat heldur tú um jólini?
Jólini eru sera hugnalig. Mær dámar væl at vera saman við familju, vinum og kenningum. Síðstu árini hava eg og konan hildið jól í Vági hjá hennara familju, og hetta hevur verið stak hugnaligt. Annars havi eg altíð hildið jól í Leirvík. Harafturat haldi eg, at vit skulu minnast jólini fyri tað, tey eru, og mær dámar ikki so væl alt resið í samband við jólini, tí hetta er jú ikki tað, tey veruliga snúgva seg um.