HEÐIN MORTENSEN, Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Beate L. Samuelsen skuldi heldur gingið spakuligari um hurðarnar, tí hon hevði als ikki sitið í Tórshavnar býráð, var tað ikki fyri atkvøðunum hjá undirritaða, sigur Heðin Mortensen, sigur Heðin Mortensen í aftursvari
Hetta er tíðin, tá tey ymsu nýggjárslyftini skulu standa sína roynd. Tá eitt gamalt ár er farið og stigið verður inn í eitt nýtt, eru tey ikki so fá, ið lova sær sjálvum, at tey á onkran hátt skulu taka betri skinn um bak í komandi tíðini.
Synd er at siga, at tað er á sama hátt, at Beate L. Samuelsen hevur sett sær nakað slíkt fyri, tí hon er eftir øllum at døma komin bóltandi inn í nýggja árið á sama hátt, sum hon endaði tað gamla. Tað fortelur greinin okkum, hon hevði í bløðunum um dagarnar, við yvirskriftini »Sjálvrós luktar«.
Hevur hon ikki fartelefonir, parkeringsgjald, Degns Hús, Ytra Ringveg ella Løgtingsins Umboðsmann at grenja um, so er tað Innlendismálaráðið. Altíð er okkurt, og tað fortelur okkum eisini nógv um tær stóru visiónir, hesin fornermaði býráðslimur hevur í sínum politiska virki.
Í sínari »nýggjársheilsan« skjýtur hon aftur eftir »tí eina sambandsmanninum, sum vendi flokki sínum bakið«. Kanska hon átti at hugsað seg eitt sindur um og innsæð, at var tað ikki júst fyri hesum manni og hansara mongu atkvøðum, átti Beate L. Samuelsen als ikki sess í Tórshavnar býráð í dag. Og verri enn so!
Hatta er tøkkin
Hinvegin kann hon bara takka sær sjálvari fyri, at hon í dag situr uttan fyri tað mesta av ávirkan í hesum sama býráð, tí hon so altráð vildi hava, at Fólkaflokkurin framhaldandi sat við býráðsins leiðslu. Heldur enn at tryggja sínum egna flokki mest møguliga ávirkan, soleiðis sum veljarar floksins vælsaktans eisini ynsktu, royndi hon saman við hinum partamanni sínum av øllum alvi at føra annan flokk fram sum leiðslu í landsins størstu kommunu!
Nei, Beate, einki hevur Heðin Mortensen vent nøkrum bakið. Tí sannleikin var tann, at flokkurin sum ikki eina ferð lønti einum alt stríðið aftur, so skjótt atkvøðurnar vóru komnar til høldar. Tað havi eg, saman við so mongum øðrum, merkt í mong harrans ár frá tínum góða flokki, Beate!
Tvørturímóti skuldi tú verið takksom fyri, at mínar mongu avlopsatkvøður fingu drigið teg inn um býráðsgáttina! Men tøkkin tykist ikki at vera broytt nógv, dugi eg at síggja. Viðvíkjandi skipan av býráðssamgongu, so kundi eg sum onkur annar gjørdi tað á sinni sovið alt frá mær, men tað metti eg meg at vera ov tungan á vágskálini til at gera. Tí havi eg ávirkan í dag, eins og mínar atkvøður hava tað!
Fótonglar
Beate L. Samuelsen nevnir víðari, at kærur viðvíkjandi núverandi býráðssamgongu longu eftir fyrsta arbeiðsárið rúgva heilt fitt upp á borðinum hjá Kommunala Eftirlitinum.
Hetta skal nú takast við allarstørsta fyrivarni, tí tað man standa einum og hvørjum klárt, at núverandi býráðssamgonga við góðum handalag og hepni hevur fingið ruddað upp í nógva umsitingaróskilinum, ið var frammanundan.
Men eg skilji væl maktaloysið og frustratiónirnar hjá Beate, tí einastu kærur, sum eru komnar, eru frá minnilutanum í núverandi býráð. Tað vil við øðrum orðum sigast, at tær allar kunnu koyrast í ein sekk, ið helst er merktur við spjaldrinum »Politiskar neisur«. Hesar kærur eru royndir at leggja fótonglar fyri núverandi samgongu, heldur enn nakað annað.
Vit kenna øll hesar kærur: SEV, Lágukei, Høgukei, posthúsbygningin, Ytra Ringveg og nú Degns Hús. Tað man standa teimum flestu greitt, at hetta eru høpisleysar kærur, ið bert kosta borgarunum og Innlendismálaráðnum pengar at avgreiða, tí innihaldið í teimum er so tunt, so tunt.
Og um býráðslimir skulu kæra ella rýma av fundi annan hvønn dag, tí tingini ikki ganga eftir teirra høvdi, tá haldi eg ikki, at teir eru egnaðir at sita sum umboð fyri borgararnar í einum býráð. Hetta snýr seg ikki um at spæla sjónleik, men um at arbeiða!
Klipsaði Ringvegurin
At núverandi býráðssamgonga hevur broytt og styrkt umsitingina í Tórshavnar býráð, er eisini fallið Beate fyri bróstið. Men soleiðis arbeiða virknir og fúsir politikarar nú eina ferð, og sjálvandi hevur tað einki við vantandi álit at gera, men er tvørturímóti ein ítøkilig roynd at gera umsitingina enn betur føra fyri at virka væl.
Ei heldur er tað í tráð við veruleikan, at »samgongan nú skoytar lætt og elegant forbí alt, sum hevur við serkunnleika at gera«. Hetta veit Beate, og tí er tað hugstoytt, at hon kortini festir sovorðið tvætl á blað, sum um tað skuldi havt nakað við veruleikan at gjørt.
Hon nevnir Ytra Ringveg sum eitt dømi um mál, ið við einum klipsi var heft sum eykamál upp í lýstu býráðsskránna. Góðasta Beate, hetta mál kom fyri á býráðsfundi, tí ein meiriluti samtykti, at tað skuldi á skrá. Tað er vanlig mannagongd, men fyri tað dugdi partur av minnilutanum sær ikki hógv, men rýmdi av fundi. Hvørjum líkist tað?
Tann virkni parturin av býráðnum greiddi málið og gjørdi avvarðandi myndugleikum greitt, at tað ikki kann vera rætt, at ein stórur ferðsluvegur skal leggjast mitt ígjøgnum bústaðarøki í kommununi. Sjálvt tað dugdi minnilutin ikki at handfara, men valdi at satsa upp á sjónleik og kærur, heldur enn at reka konstruktivan býráðspolitikk. Tað talar fyri seg!
Trøll á alljósum degi
Móti endanum á »nýggjársheilsanini« megnar Beate L. Samuelsen at blanda Ytra Ringveg og Degns Hús saman, so lítið er at ivast í, at hon sær trøll á alljósum degi. Hvat ólukkan hava hesi bæði málini við hvørt annað at gera?
Nei, sannleikin er heldur tann, at hvørki Beate ella nakar annar í minnilutanum hevði neyðuga dirvið til at taka eina avgerð í einum so umhvørvisavgerandi máli sum málinum um Degns Hús. Tá er tað jú lættari at stinga halan millum beinini og at rýma av fundi, sum onkur gjørdi.
Tað hevði heldur verið upp á sítt pláss, at Beate greiddi borgarunum í Tórshavnar kommunu frá, hví minnilutin ikki vildi viðgera málið um Degns Hús. Hetta mál hevði jú staðið á skránni í so góðari tíð og enntá við tilráðing, ið skuldi gjørt tað møguligt hjá øllum pørtum at tikið støðu í málinum.
Men tað er sjálvandi ikki í býráðnum, at minnilutin arbeiðir, tí nú er so aftur ein kæra send Innlendismálaráðnum. Kæran er frá Beate vegna minnilutan, sjálvt um ikki allur minnilutin var á fundi. Hvat skulu tey kæra um, sum ikki virdu sín egna býráðssess so frægt, at tey syrgdu fyri at vera til staðar, har tey eru vald at vera?
Hetta fortelur ikki minst um, hvussu Beate roynist sum »hentur« viðspælari hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð. Óivað ófør at renna ørindi, men minni gongufør, tá tað snýr seg um realpolitikk!
Luktur ella ei
Sum nevnt at byrja við, skuldi Beate L. Samuelsen helst gingið spakuligari um hurðarnar, tí hon hevði als ikki sitið í Tórshavnar býráð, var tað ikki fyri atkvøðunum hjá undirritaða. Men nú hon kortini velur at buldra og at gera vart við seg, hóast hon lítið hevur upp á hjarta, slepst neyvan undan at staðfesta nøkur ting.
Kann vera, at sjálvsrós luktar, sum hon sigur í yvirskriftini í grein síni, ið er kamouflerað sum aftursvar til varaborgarstjóran, men í veruleikanum má lesast sum eitt langt álop á borgarstjóran. Tó munnu øll vera samd um, at øvundsjúka luktar ikki mætari!
Og øvundsjúka man hetta vera og einki annað, tí ein veruleiki er tað, at sitandi býráðsmeiriluti eftir hesum eina árinum hevur arbeitt so greitt og málrættað, at helvtin av teimum málum longu er loyst, sum vit annars høvdu sett okkum fyri at fáa loyst í allari setuni. Stikk denn!
Øll míni 33 ár í býráðspolitikki havi eg samstarvað við nógv fólk, men ta rós skulu núverandi samstarvsfelagar mínir eiga, at hetta eru framúr dugnalig og samvitskufull fólk, ið leggja alstóran dent á at fremja politikk í verki. Her verður ikki bara tosað, men so sannilig eisini handlað!
Her er av sonnum komið nógv burturúr og nógv spennandi bíðar fyri framman. Hetta sær minnilutin í býráðnum sjálvandi eisini, um hann vil tað ella ei, so tí man tað vera hjá Beate L. Samuelsen og hinum sum hjá revinum á sinni, at »berini eru súr«, tá tú ikki røkkur upp&