Myndugleikarnir í vesturafrikanska landinum Senegal siga, at leivdir av einum flogfari eru funnar úti fyri strondini Tað er tó ikki váttað, at leivdirnar eru av franska flogfarinum, sum hvarv gjáranmorgunin á veg úr Brasil til Fraklands.
Franska flogfarið var av slagnum Airbus A330. 228 fólk vóru í flogfarinum, teirra millum tríggir norðmenn, ein dani, ein íslendingur og ein svii.










