Norski miðvallarspælarin Mathias Normann hevur seinastu árini verið inni í hópinum kring norska landsliðið og er skrivaður fyri 12 dystir. Tað verða tó ikki fleiri dystir fyribils.
Norski landsliðsvenjarin Ståle Solbakken hevur boðað honum frá, at hann fyribils ikki kann vera partur av landsliðnum.
Hesum boðar forsetin í norska fótbóltssambandinum, NFF, Lise Klaveness, frá á felagsins heimasíðu.
Orsøkin er, Normann spælir fótbólt í Russlandi. Sum so mangir aðrir útlendskir spælarar hevði hann sáttmála í russiskum felag, tá landið gjørdi innrás í Ukraina í februar.
Altjóða Fótbóltssambandið Fifa gav spælarunum møguleikan at verða læntir til onnur feløg uttan fyri Russland, og tað gjørdi Normann í síðsta kappingarári, tá hann var útleigaður frá Rostov til Norwich í Onglandi.
Men nú eru trupulleikar. Rostov vil ikki brúka Normann, men í staðin fyri at skifta til felag í øðrum landi, so hevur Normann valt at skifta upp á eina leiguavtalu til eitt annað russiskt felag.
Tað skal vera talan um Dynamo Moskva.
Sjálvt um skiftið enn ikki er váttað, hevur Normann greitt Ståle Solbakken frá um avgerð sína, og tí sleppur miðvallarin ikki við til næstu landsliðsúttøku.
– Sum so er tað ikki lutur felagsins at hava meiningar um, hvørjum felag landsliðsspælarar eru í, men vit eru í eini serligari støðu, sigur Lise Klaveness við heimasíðuna hjá NFF.
– Allur norskur og evropiskur fótbóltur er samdur um at leggja eitt felags trýst á Russland sum krígsførandi land, sum eisini hevur nýtt valdsstøður í ítróttinum sera nógv.
– Øll russisk feløg eru útihýst úr altjóða ítróttarkappingum. Ståle og eg eru samd um, at Normann ikki longur kann umboða Noreg, tá hann nú skal spæla fyri annað russiskt felag.
Um vikuskiftið var Mathias Normann spurdur um avgerðina, og tá segði hann sambært tíðindastovuni NTB.
– Hetta er ógvuliga einfalt. Fyribils er tað – ítróttarliga sæð – besti møguleikin, eg havi. Tí er tað endað soleiðis, segði hann.
/ritzau/