Vrakaði stjórin skal ráðgeva nýggja stjóranum

Sjálvt um kringvarpsstýrið hevur koyrdi Ivan Nicalsen úr starvi, tí stýrið misti álitið á honum, so skal hann verða ráðgevi hjá nýggja stjóranum

Tað stendur millum annað í fráfaringaravtaluni, sum í gjár varð gjørd millum partarnar, sum in.fo hevur fingið innlit í.

Har stendur, at Ivan Hentze Niclasen fór úr starvi í gjár við seks mánaða freist frá 1. februar at rokna til endaligt uppathald 1. august í 2025.

Hann fer eisini beinanvegin úr øllum álitisstørvum, ið hann røkir vegna Kringvarpið.

Í uppsagnartíðini fær han sína vanligu løn og eftirløn til 1. august, tá hann fær seinastu lønina, sum er fyri juli.

Í uppsagnartíðini verður uppgávan hjá Ivani Niclasen at virka sum leiðsluráðgevi. Hann skal sostatt taka sær av uppgávum, sum fyribilssetti stjórin og nýggjur stjóri vísa á.

Tá uppsagnartíðin er farin, og summarfrítíðin er hildin, so byrjar Ivan Hentze Niclasen aftur í sínum gamla starvi sum programmfólk, sum hann hevur verið í farloyvi frá, meðan hann hevur verið stjóri.

 

Ivan Niclasen varð settur sum stjóri fyri Kringvarp Føroya í oktober í 2018 í fimm ár. Síðani var starvið síðani longt í tvey ár til at galda til oktober næsta ár. Tað vil siga, at Ivan Niclasen hevði farið frá sum stjóri einar tveir mánaðir eftir, at hann fær seinastu lønina sum kringvarpsstjóri. Tað vil siga, at Kringvarpið fer at hava tvær stjóralønir í átta mánaðir, har annar er stjóri, og hin er ráðgevi hjá stjóranum.