52 fyrrverandi politikarar kunnu nú býta ímillum sín 70 milliónir krónur næstu tvey árini í sokallaðum »eftervederlag«. Tað skrivar fakblaðið 3F.
Teir 52 fyrrverandi politikararnir fáa allir eina mánaðarløn upp á 56.494 krónur um mánaðin í tvey ár. Tað svarar til, at teir fáa 1,35 milliónir krónur í part.
– Eg haldi ikki, at tað er nakað annað stað á arbeiðsmarknaðinum, har umstøðurnar eru so favorablar, sigur Roger Buck, granskari í samfelagsvísini á Danmarkar Medie- og Journalisthøjskole (DMJX) við Ritzau.
Sambært Roger Buch er tað politikararnir sjálvir, sum hava ábyrgdina av at mótrokna, um teir í tíðarskeiðnum hava annað lønt arbeiði.
/ritzau/