Vrakaði tilmælið og søkir av nýggjum

Í dag bórust tíðindini, at starvið sum aðalstjóri til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið verður lýst leyst av nýggjum. Tað hendir ein mánað eftir, at starvið upprunaliga skuldi setast.


Við in.fo upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hann í samráð við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, hevur avgjørt at lýsa starvið leyst av nýggjum.


- Løgmaður hevur setanarmyndugleikan, og havi eg í samráð við landsstýrismannin á økinum, Poul Michelsen, avgjørt at lýsa starvið leyst av nýggjum.


Hóast tað er løgmaður, ið hevur setanarmyndugleikan, so er tað er ein setanarbólkur, ið skuldi taka støðu til hvør av teimum tíggju umsøkjarunum var best skikkaður. Tað hava tey eisini gjørt, sambært løgmanni.


- Setanarbólkurin kom við einum tilmæli um hvønn tey mettu vera best skikkaða umsøkjara. Eg metti tó, at tað var best at lýsa starvið leyst av nýggjum, sigur løgmaður.


Løgmaður vísir á, at málið er fevnt av tagnarskyldu, og tí vil hann ikki koma nágreiniliga inn á hví neyðugt var at søkja av nýggjum, men hann vónar, at fleiri skikkaðar umsóknir koma nú starvið er lýst leyst av nýggjum.

  
Upprunaliga var ætlanin, at starvið skuldi setast fyrst í mai.