Uppreistrarmenninir í Sýrialandi kunngjørdu í dag, at teir kenna seg ikki bundnar av friðarætlanini, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan hevur evnað til. Talsmaðurin hjá uppreistrarmonnunum, Sami al-Kurdi, sigur, at uppreistrarmenninir fara at søkja at stjórnarherinum fyri at verja fólkið.
Talsmaðurin sigur, at uppreistrarmenninir vilja hava eina friðarvarðveitandi ST-herdeild til Sýrialands heldur enn teir ST-eygleiðararnar, sum nú eru har. Harafturat vilja teir hava ST at banna flogferðslu yvir sýriskum lendi.
Keldur hjá uppreistrarmonnunum siga, at í minsta lagi 80 stjórnarhermenn lógu eftirá í álopum hjá uppreistrarmonnunum um vikuskiftið.










