Allir Volvo persónbilarnir líkjast hvørjum øðrum og hava somu eyðkennir.
Filosofiin hjá Volvo er at allir teirra bilar skulu vera eins kompaktir, tryggir og vælkoyrandi, og komforturin á teimum smærru Volvo skal vera á sama støði sum á teimum størru.
Málsetningurin hjá Volvo er, at teirra bilar skulu verða teir tryggastu í sínum klassa. Berandi konstruktiónin í bilinum skal í einum háteknologiskum samanspæli geva bilføraranum og teimum ferðandi maksimala trygd.
Persónvognsrøðin hjá Volvo byrjar við S40 sedan og stationcar útgávuni V50. Síðan eru tað S60 sedan og longra stationcar útgávan V70. Størsti bilurin í røðini er luksusbilurin S80.
Volvo for life
Í hesum døgum hava VR Bilar eitt serligt Volvo søluátak "Volvo for life", har sera væl útgjørdir bilar verða seldir við munandi avsláttri. Talan er um alla persónbilarøðina.
Ein Volvo S40 við heilautomatiskum klimaanleggi og "Dala" ella "T-Tech" setrum í kabinuni og aluminiumspanelum kostar kr. 280.000,- uttan bil í býti. Motorurin er ein 1,8 litur 4 syl. bensin við 120 hk. Talan er um eina sparing upp á tilsamans kr. 35.000,-. Tilsvarandi kostar V50 kr. 299.000.
Ein Volvo S60 við t.d. heilautomatiskum klimaanleggi og Select leðurkabinu kostar kr. 343.000,- uttan bil í býti. Motorurin er ein 2,4 litur 5 syl. bensin við 170 hk, og bilurin verður leveraður við 16" orginalum aluminiums felgum undir sum standard. Talan er um eina sparing upp á tilsamans kr. 45.300,-. Tilsvarandi kostar V70 kr. 380.000,-
Stóri Volvo luksusbilurin S80 fæst eisini við líknandi avsláttri, og hevur hesin somu eykaútgerð eins og S60 og V70.
Marni Olsen, stjóri hjá VR Bilum, sigur, at talan er um sera góð tilboð, og at hetta søluátak koyrir í øllum norðurlondum í løtuni, men bert fyrsta hálvár 2005.