Heri Hjalt Mohr spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Strømmen spældu dyst á útivølli móti Grorud í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tá ein tími var leiktur av dystinum sá einki út hjá Strømmen. Tá var Grorud á odda 2-0.
10 minuttir seinni minkaði Jonas Bruusgaard um munin fyri Strømmen. Tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Maximilian Balatoni til 2-2, og fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggaði Anders Nord Strømmen sigurin, og so kundu Heri og liðfelagarnir stórfegnast.
Strømmen er nummar fýra í deildini við 19 stigum. Teir eru seks stig aftanfyri oddaliðið, Skeid Oslo sum er fremst við 25 stigum.
Sunnudagin 16. juni klokkan 14 tekur Strømmen móti Junkeren á heimavølli.