Vit gerast nokkso forvitnar, tá ið vit lesa slík úttalilsi. Forvitnar eftir at frætta frá øðrum skúlum. Forvitnar eftir at hoyra, hvussu ólukkan tey yvirhøvur kunnu skipa skúla úti um landið.
Hvussu fáa til dømis klaksvíkingar sín 10. flokk at rigga?
Har hava tey einans umleið 60-65 næmingar, sjálvt um tey hava lagt saman í ein depil.
Hvussu ólukkan kann tað forsvarast?
Fáa børnini í Klaksvík eitt nøktandi undirvísingartilboð?
Skulu vit upp í 150 næmingar fyri at kunna undirvísa teimum ordiligt?
Tað skulu vit eftir øllum at døma í Havnini ...
... og vit sum billaðu okkum inn, at lærarar, sum arbeiða í Havn vóru dugnalig fólk ...
Íðan, um tað er treytin, hvussu kunnu tey yvirhøvur fáa tað at hanga saman í felagsskúlanum á Oyrarbakka?
Har ganga einans gott 80 næmingar.
Og teir eru enntá spjaddir um alla framhaldsdeildina ...
Hvussu fáa tey tingini at hanga saman í skúlanum við Løkin?
Hvussu bera lærarar í Vágum seg at?
Vestmenningar?
Ber tað við omanfyristandandi úttalilsi í huga yvirhøvur til at skipa nøktandi undirvísing í Suðuroynni?
Ella á Sandoynni?
Komið, kæru starvsfelagar, deilið tykkara positivu skúlasøgur við okkum.
Tað hevði heilt vist verið pláss fyri søgunum í blaðnum ... og hevði tað ikki verið herligt at frætt so nógv positiv tíðindi?
Hevði tað ikki verið gott, um vit høvdu eitt livandi orðaskifti um námsfrøðiligu tankar og undirvísingarligu royndir okkara?
Eitt livandi orðaskifti, sum gjørdi, at okkara kæru fólkavaldu fóru at síggja skúlarnar, sum tað teir veruliga eru: spennandi arbeiðspláss við dugnaligum fólkum føroyskum skúlabørnum at gagni ...
Nú tykist tað, sum um alt skúlaprát á politikarastigi einans snýr seg um betong og plasering.
Persónliga halda vit tað vera nokkso frustrerandi, og vit vita, at vit eru ikki einsamallar við hesi kensluni.
Komið og vísið teimum, at tað saktans ber til at gera undirvísingina bæði mennandi og spennandi, sjálvt um vit ikki hava 150 næmingar í einum árgangi.
Málið við 10. floks deplinum í Havnini kann jú saktans skapa fyridømi úti um landið alt ... og vilja vit tað?
Vit meina so við ... í Skúlablaðnum stendur at lesa, at Tórshavnar býráð søkti um at sleppa at loyva Eysturskúlanum at hýsa ætlaða 10. floks deplinum í E-lonini; men svarið var NEI, tað ber ikki til, tí tað skal vera ímóti skúlalógini at hava ein sjálvstøðugan skúla inni í einum øðrum ... og tað er her, málið av álvara gerst áhugavert, tí MMR skrivar til býráðið í Havnini, at tað ístaðin ber til at leggja allan 10. árgangin beinleiðis inn undir Eysturskúlan!
Men tað til?
Skal ein slík avgerð ikki fyrst út til hoyringar í teimum 11 skúlastýrunum í kommununi?
Skulu foreldur ikki verða hoyrd í slíkum máli?
Ella er tað í lagi, at skúlastýrini í Suðurstreymi øll hava sagt gott fyri einum sjálvstøðugum 10. floks depli, sum skal húsast fyribils í Eysturskúlanum, tá ið tað, tú fært, er, at allur árgangurin skal leggjast inn undir leiðslu- og bygnaðartørvin annars í Eysturskúlanum?
Undarligt kortini, at einasta skúlastýrið, ið mótmælir hesum, er skúlastýrið hjá Tórshavnar Kommunuskúla ... halda hini skúlastýrini ikki, at tað hevur týdning, at fáa málið lýst av nýggjum, tá ið fortreytirnar eru broyttar?
Hóskvøldið 17. december verður henda ivasama avgerð í MMR staðfest í býráðnum … vorðið sum jólagáva hjá Kommunuskúlanum at fáa ...
Rudi Heinesen,
Malan Eyðunsdóttir
Tonnie Strøm og
Hjørdis Heindriksdóttir