Veðurlagsbroytingar eru blivnar tað stóra politiska evnið í londum kring allan heim, aftaná at skúlaungdómar í hópatali eru farin út á gøturnar í fleiri av heimsins stórbýum fyri at mótmæla, at politiska skipanin ikki ger meira fyri at skera niður á vakstrarhúsútlátið, ið av granskarum verður mett at verða høvuðsorsøkin til, at miðalhitin í heiminum veksur. Eisini í Føroyum hevur verið skipað fyri fleiri veðurlagsverkfallum kring landið.
Kjakið um veðurlagsbroytingar er mangan heitt og meiningar um hvat orsøkin er til tær broytingarnar, ið vit síggja í veðurlagnum, eru sum altíð ymiskar, tá stór evnir verða viðgjørd. Kortini kann eingin ivi vera um, at tað er vorðið heitari í Føroyum tey síðstu ártíggjuni.
Munandi heitari
Í Danmarks Meteorologiske Institut, DMI, hava tey mált miðalhitan í Føroyum síðan 1873. Tað gevur eitt gott grundarlag fyri at gera nakrar niðurstøður um gongdina í føroyska veðurlagnum. Og sum John Cappelen, ið er veðurfrøðingur hjá DMI, er tað týðiligt, at miðalhitin í Føroyum er voksin tey seinastu árini.
- Tað er vorðið munandi heitari síðan 2003. Um man hyggur eftir kurvini eru tað einans tvey ár í hesum tíðarskeiðinum, at tað hevur verið kaldari enn miðalhitin. Tað vil siga, at síðan 2003 hevur tað støðugt verið heitari enn miðalhitin í tíðarskeiðinum 1981-2010, sigur hann og vísir til grafin, ið kann síggjast aðrastaðni á síðuni.
##med1##
Grafurin vísir miðalhitan í Tórshavn í tíðarskeiðinum 1873 til 2018, har støði verður tikið út frá miðalhitanum í tíðarskeiðinum 1981-2010. Og merkisvert er, at síðan 2003 hava tað einans verið tvey ár, har miðalhitin í høvuðsstaðnum hevur verið lægri enn miðalhitan fyri tíðarskeiðið 1981-2010.
Okkara atferð
Í so máta líkist føroyska veðurlagið tí, ið vit síggja um allan heim. Veðurlagið er í broyting og tað verður heitari. Tað eru nógvar ymiskar orsøkir til tað, vísir John Cappelen á. CO2 í atmosferuni,
- Tað er nógv ymiskt, ið er orsøkin til tær broytingar í miðalhitanum, ið vit síggja í Føroyum og aðrastaðni. Tað eru bæði natúrligar orsøkir, men eisini menniskjaskaptar orsøkir. Harímillum er CO2 í atmosferuni, vakstrarhúsárin, gosfjøll, broytingar í sólargeislingini og ávirkanin frá teimum stóra skipanunum í Stillahavinum, ið vit kalla fyri Enso, men sum onnur kenna sum el Nino og la Nina. Tað hevur alt eina ávirkan á ta gongd, ið vit síggja, vísir John Cappelen á.
Tá tað er sagt, leggur hann kortini dent á, at tað er eingin ivi, at høvuðsorsøkin til økta miðalhitan seinastu ártíggjuni er atburðurin hjá okkum menniskjum.
- Okkara atferð er við til at broyta veðurlagið. Sjálvandi eru tað eisini natúrligar orsøkir til, at veðurlagið broytist, harímillum gosfjøll, men í teimum síðstu ártíggjunum er tað fyrst og fremst menniskjalig ávirkan gjøgnum vakstrarhúsútlát, ið hevur broytt veðurlagið. Avleiðingarnar av tí er tann greiða myndin, ið vit síggja í Føroyum síðan 2003. Allar altjóða frágreiðingar í dag staðfesta eisini, at eingin ivi kann vera um ávirkanina hjá menniskjum á veðurlagið, sigur John Cappelen.
Vátari veðurlag
Meðan hagtølini lata ongan iva vera um, at veðurlagið í Føroyum er vorðið munandi heitari, so er rákið ikki líka týðiligt viðvíkjandi avfallinum. Harafturímóti er hendan gongdin munandi meira týðilig í Danmark og Grønlandi, har DMI eisini hevur mátingar.
- Um hugt verður eftir Danmark, so er avfallið í tíðarskeiðinum frá 1870 og til nú voksið við umleið 100mm. Tað vil siga, at eingin ivi er um, at vit hava fingið eitt vátari veðurlag í Danmark. Tað kann forklárast við, at tá hitin hækkar, so kann atmosferan innihalda meira vatn. Tað vil siga, at líkindini fyri regni verður størri. Tað sama rákið sær man í teimum grønlendsku hagtølini, har hægri hiti og meira avfall hanga saman, sigur John Cappelen.
Yvirlitið yvir avfall í Tórshavn vísir hinvegin, at tað hevur verið minni avfall síðstu trý árini enn tað, ið er miðal fyri tíðarskeiðið frá 1981 til 2010. Kortini metir John Cappelen, at rákið eisini ger seg galdandi í Føroyum.
##med2##
- Hendan broytingin er bara ikki líka týðiligt í føroysku hagtølunum. Men man kann væl síggja, at yvir eitt longri tíðarskeið er ein lítil øking í avfallinum. At tað so eru trý ár frá 16-18 við minni avfalli er natúrlig frávik. Sum dømi kann man vísa á Danmark, har man hevði eitt óstøðugt summar í 2017 við fleiri lágtrýstum. Árið eftir høvdu vit eitt langt summar við stabilum og turrum summarveður og ringasta turki, ið vit nakrantíð hava havt, sigur hann og leggur afturat.
- So tað kunnu verða natúrligar broytingar ár frá ár, men tað handlar um at síggja slíkt í einum longri tíðarskeiði. Og har er rákið við meira avfalli tað sama í Føroyum sum aðrastaðni.
Framtíðin
Nógv verður granskað í veðurlagnum í hesum tíðum, harímillum eisini í hvussu veðurlagið fer at broytast tey næstu árini um vakstrarhúsútlátið ikki minkar ella verður avmarkað. Enn eru nakrar óvissur um hvussu veðurlagið broytist í Norðuratlantshavinum, men vit kunnu gera okkum klár til broytingar, sambært veðurfrøðinginum.
- Sambært teimum veðurlagsmodellum, ið man hevur koyrt, so kann man sum heild siga, at í framtíðini verður veðurlagið í Føroyum og aðrastaðni heitari, vátari og ógvusligari. Veðrið verður meira ógvusligt, tað fer at vara longri og tað verður sterkari, sigur John Cappelen.
Og sambært honum hava vit longu sæð nakrar av hesum broytingum í evropeiska meginlandinum seinastu vikurnar.
- Hitabylgjan í Evropa í ár er væl hugsandi ein avleiðing av hesum. Talan var um eina langa hitabylgju við methita. Tað er tað, ið man væntar í framtíðini. So stutt sagt heitari, vátari og ógvusligari. Og tað er eisini tað, ið mest sannlíkt verður í Føroyum, sigur hann.
Hann leggur dent á, at sjálvandi verður tað ymiskt frá staði til stað. Millum annað tosar man um at vatnstøði fer at hækka, men tað verður kortini ymiskt hvussu nógv tað fer at hækka ymsastaðni kring heimin.
Óvist er eisini hvussu verður við ódnunum, ið plaga at herja føroysku oyggjarnar um vetrarnar. Veðurfrøðingurin væntar fleiri lágtrýst, men sigur at granskarar ikki eru heilt á einum máli um hetta.
- Tað tykjast at fara at koma fleiri lágtrýst í Norðuratlantshavinum og at hesi vera eitt sindur meira ógvuslig enn undanfarin ár. Men tað er meira óvist viðvíkjandi hesum. Tær tropisku ódnirnar verða ikki fleiri í tali, men tær verða ógvusligari, tí ta atmosferan hitast upp verður meira orka til staðar til ódnarveðrini at mennast. Men tað er meira ivasamt hvat fer at henda við teimum sterku lágtrýstunum, ið mennast í pólfrontinum. Men mest sannlíkt kunna vit vænta fleiri ógvuslig lágtrýst, sigur John Cappelen.

Vorðið munandi heitari síðan 2003














