Minkandi vinningurin hevur við sær, at bilframleiðarin Volvo Cars fer at seta eina stóra spariætlan í verk.
Tiltakið er ætlað at minka útreiðslurnar við tilsamans 18 milliardum svenskum krónum - tað svarar til eitt sindur meira enn 12 milliardir í okkara krónum.
Fráboðanin kemur í morgun í sambandi við roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum vísir eitt rakstrarúrslit upp á 1,9 milliardir svenskar krónur.
Hetta er meira enn ein hálvvering av samsvarandi úrslitinum sama tíðarskeið í fjør á 4,7 mia.
Inntøkurnar lækkaðu úr 93,9 milliardum svenskum krónum niður í 82,9 milliardir.
Sparingarnar fara millum annað at hava við sær uppsagnir millum tey meira enn 42.000 starvsfólkini, men smálutirnir eru ikki komnir upp á pláss enn.
Tað er tó greitt, at felagið eisini fer at minka um sínar íløgur.
Volvo Cars, sum kinesiska Geely Holding í stóran mun eigur, hevur eisini eina handlingsætlan klára, tá talan er um tollstríðið millum USA og umheimin.
Bilframleiðarin fer at enda at framleiða fleiri bilar í USA í staðin fyri at útflyta teir til amerikanarar, fyri at sleppa undan eyka tolli so nógv sum gjørligt.
- Í USA fer Volvo Cars at klára vøruútboðið, sum er neyðugt fyri at skapa søluvøkstur og sum best gagnnýtir framleiðsluorkuna við at framleiða bilarnar, har teir verða seldir, stendur í roknskapinum.
Óloysta støðan kring amerikanska tollin hevur tó við sær, at felagið hevur steðgað sínum framrokningum fyri 2025 og 2026, tí ov nógvar óvissur eru.
Íleggjararnir taka ikki serliga væl ímóti spariætlanunum og roknskapartølunum.
Í morgun verður partabrævið handlað fyri níggju prosent lægri enn við lukkitíð í gjár.
/Ritzau/TT