- Volvo var eitt lítið felag áðrenn teir møttu mær

Eingin ivi er um, at svenski fótbóltsspælarin Zlatan Ibrahimovic er ein av mest litríku ítróttarstjørnunum í heiminum.


Bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin vekir hann ferð eftir ferð ans við sínum evnum. Á vøllinum við sínum fótbóltsgávum, uttanfyri vøllin við sínum talugávum.


Enn einaferð hevur hann megnað at stolið yvirskriftirnar á netsíðum um allan heim, eftir at ein samrøða við flogblaðið hjá SAS er almannakunngjørd.


Í samrøðuni tosar hann við ein journalist um sítt tilknýti til bilmerkið Volvo, ið hann hevur gjørt fleiri lýsingar fyri síðani 2014.


Spurdur um tað passar, at tað var hann, ið valdi at samstarva við Volvo og ikki umvent, svarar fótbóltsstjørnan.


- Sjálvandi. Volvo var eitt lítið felag áðrenn teir møttu mær. Fyrr vóru teir Made by Sweden, nú eru teir Made by Zlatan. Fyrstu vikuna eftir, at lýsingin varð víst, seldu teir meira upp á eina viku, enn teir vanliga gera upp á seks mánaðir, svaraði Zlatan Ibrahimovic.


Sostatt er enn einaferð staðfest, at einki bilar sjálvsálitinum hjá svensku stjørnuni, ið enn ikki hevur upplýst, hvar hann ætlar sær at spæla fótbólt næsta ár.