Volvo S80L framleiddir í Kina

Í Kina eru Volvo byrjaðir framleiðsluna av luksuslimousinuni Volvo S80L, sum er ein longd útgáva av S80. Aksilfrástøðan er størri, og bilurin er 14 cm longri enn vanliga S80 útgávan.

Bilurin er spesielt konstrueraður til kinesiska marknaðin við góðum plássi og komforti til tey ferðandi.

Motorurin er ein 6 syl. 3,0 litra bensin við 285 hk, og í fínastu útgávuni verður bilurin drivin av øllum fýra hjólunum.

Volvo rokna við at S80L, sum er ein av heimsins tryggastu og mest framkomnu bilum, kemur at fáa ein stóran part av luksusbilamarknaðinum í Kina.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum