Volvo og Renault á aðrar hendur

Eftir øllum at døma verður tað Gunnar Justinussen í Havn sum fer at selja Volvo og Renault, nú SP/F Brøður Petersen er farið í sjálvbodna likvidatión

 

 

Sp/F Brøður Petersen á Hoyvíksvegnum í Havn er farið í sjálvbodna likvidatión, og virkið er latið aftur. Nýtt Volvo og Renault umboð í Føroyum verður eftir øllum at døma Gunnar Justinussen, sum rekur dekksøluna, Dekksentrið, á Hálsi í Havn.

Tað er greitt, at Gunnar Justinussen hevur verið í samráðingum við SP/F Brøður Petersen um at taka yvir felagið, men roknskapurin var so vánaligur, at hesar samráðingar ikki førdu til nakað. Tí steðgaðu samráðingarnar, og felagið fór í sjalvbodna likvidatión.

Tað tykist kortini greitt, at Gunnar Justinussen fer at taka yvir umboðið fyri Volvo og Renault.

Pápi Gunnar, Osmund Justinussen, eigur handilsbygningin, ið hýsir bilasøluni P/F Meinhard Arge á Hálsi, sum selur Peugeot og Nissan. Sosialurin skilir, at hesin sáttmáli ikki verður brotin, soleiðis at bygningurin kann hýsa Volvo og Renault, men SP/F Meinhardt Arge húsast eisini í gamla bygninginum hjá Wenzel Petersen við Oyggjarvegin, sum tað felagið eigur, og er ætlanin at savna alt virksemið hjá P/F Meinhardt Arge har. Tí er ikki greitt, hvar Volvo og Renaultbilar fáast til keypst komandi dagarnar.