Tað var á framsýningini Techno Classica í Essen í Týsklandi, sum var frá 30. marts til og við 3. april, at Volvo hátíðarhildu 50 ára føðingardagin hjá P1800.
P1800 varð teknaður hjá italska designaranum Frua i Torino í samstarvi við svenska Pelle Pettersson, sum var designari hjá Volvo tá og var til staðar á framsýningini í Essen.
Volvo P1800, ið varð gjørdur frá 1961 til 1973 og framleiddur í umleið 40.000 eindum, er vorðin ein legenda í altjóða bilasøguni.