Volkswagen væntar minni søluvøkstur í ótryggum koronaári

Í 2019 var framgongd hjá týska bilframleiðaranum VolksWagen. Spreiðingin av koronavirus kann tó ávirka negativt í 2020.

Vaksandi søla hevur í fjør verið við til at økja yvirskotið hjá týsku bilverksmiðjuni Volkswagen.

Felagið væntar at kunna økja søluni aftur í 2020, eisini hóast óvissuna við koronavirus.

Tað framgongur av ársroknskapinum.

Ítøkiliga væntar felagið, sum eisini eigur bilmerki sum Aude, Seat og Porsche at kiunna økja samlaðu søluna við upp í móti fýra prosentum í 2020.

Til samanbering vaks sølan eitt sindur meira enn sjey prosent í 2019.

– Spreiðingin av koronavirus ávirkar í løtuna heimsbúskapin. Tað er óvist, hvussu nógv ella hvussu leingi hetta ver at ávirka Volkswagen.

– Beint nú er tað næstan ógjørligt at koma við álítandi forsagnum, sigur Frank Witter, sum er stjóri hjá Volkswagen við ábyrgd av fígging og kt, í tíðindaskrivi.

Í fjør tjenti Volkswagen umleið 105 milliardir krónur eftir skatt. Tað var ein vøkstur upp á meira enn 15 prosent í mun til árið fyri.

/ritzau/