Vøksturin í lønargjaldingunum, sum hevur verið í summar, fekk ein bráan enda í august. Tað staðfestir Hagstovan, nú lønargjaldingarnar fyri august eisini eru gjørdar upp.
Tað vísir, seg, at lønargjaldingarnar í august eru lægri enn tær vóru fyrr í summar. - Bæði í juni og juli vóru lønirnar um 630 milliónir, men í august var afturgongd og tá vóru lønirnar 620 milliónir. - Tað eru serliga hýrurnar, sum eru orsøk til afturgongdina, sigur Hagstovan.
Seinnu árini hevur veiðan eftir uppsjóvarfiski verið óreglulig, í fjør var ósemja um fiskirættindi og tí bleiv nógvur uppsjóvarfiskur fiskaður í august, men nú er semja, og tí verður makrelurin fiskaður seinni í ár. - Vanliga hava hýrurnar seinna hálvár talt yvir 10% av samlaðu lønarútgjaldingunum, men í august í ár taldu hýrurnar 8%.
Fyrstu átta mánaðirnar í ár eru ananrs útgoldnar 210 milliónar krónur meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør og tað er ein framgongd upp á 4,5 prosent. Tilsamans eru 4.884 milliónir goldnar í lønum higartil í ár, aftur ímóti 4.674 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.
Í fiskivinnuni hevur framgongdin higartil í ár verið stór, men við afturgongdini í august er framgongdin nú fallin til 5,2 prosent.
Tað er framvegis í byggivinnuni at framgongdin er størst, higartil í ár eru 60 milliónir krónur meira útgoldnar í byggivinnuni, tað er ein vøkstur á 11 prosent. Í byggivinnuni eru 601 millión goldnar í lønum higartil í ár. Størsi lønarbólkurin er tey í almennum tænastum, har vórðu 1.787 milliónir útgoldnar í lønum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, tað eru 2,2 prosent meiri enn í fjør.
|