Talið á ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, heldur fram at vaksa. Ein uppgerð hjá flogvøllinum fyri januar, vísir, at tilsamans ferðaðust 15.598 ferðafólk um flogvøllin í Vágum í januar í ár.
Tað merkir, at vøksturin í januar í ár, var 1.200 ferðafólk ella heili 8,5 prosent, samanborið við januar í fjør.
Vága Floghavn sigur, at vøkstur hevur serliga verið á teimum smærri leiðunum hjá Atlantsflogi.
Ímeðan vøksturin í ferðafólkatalinum til Danmarkar var trý prosent, var vøksturin til Noregs heili 80 prosent og til Íslands var hann heili 46 prosent.
Tølini benda á, at vøksturin kemur av, at talið á føroyingum, sum arbeiða í Noregi, er veksandi, men ein partur av vøkstrinum stendst eisini av ferðafólkaferðum og ítrottartiltøkum uttanlands, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Hann sigur, at eitt annað sum hevur verið serligt í januar í ár, er, at flogferðslan hevur verið sera lítið darvað av vánaliga veðrinum sum annars hevur merkt aðra samferðslu í ólukkumát.
- Ongin avlýsing hevur verið í januar fyri veður, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann leggur afturat, at í mai verður nýggja farstøðin liðug at taka í brúk og tá batna umstøðurnar á flogvøllinum munandi.
|