Í 2013 hevði Posta fyri fyrstu ferð í sjey ár avlop í rakstrinum.
Í samrøðu við Rás2 seinnapartin í dag greiddi stjórin, Joel Undir Leitinum frá, hvørjar høvuðsorsøkirnar er til, at Posta náddi hesum úrsliti í fjør.
- Tað eru tvey ting. Tað eina er vøkstur í sølu av teimum vørum og tænastum, sum vit bjóða - og hitt er eitt nógv betri lønsemi í tí, vit gera.
Lurtið eftir samrøðuni við Joel Undir Leitinum við at trýsta á pílin undir myndini.










