Samanlagt eru higartil í ár útgoldnar 74 milliónir meira í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent.
Hetta vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Tað er í triðja ársfjórðingi, at stóri vøksturin er í lønunum, samanborið við undanfarna ársfjórðing. Bæði í fyrsta og øðrum ársjórðingi var afturgongd. Árstíðarjavnaðu lønirnar í triðja ársfjórðingi vóru 1.850 milliónir kr., og er hetta 65 milliónir meira enn undanfarni ársfjórðingur. Framgongdin er 3,6 prosent.
Verður hugt eftir gongdini frá 2010 og fram, sæst at bæði í 2010 og 2011 er triðji ársfjórðingur tann besti í árinum. Tó vóru í fjør tær stóru útgjaldingarnar í hýrum í fjórða ársfjórðingi. Í ár er tann stóri vøksturin aftur í triðja ársfjórðingi, og kann tað tí hugsast, at tað eru hýrurnar í uppsjóvarvinnuni, ið gera sítt til, at vøksturin er so stórur.
Tá hugt verður eftir lønunum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, tí sveiggini í m.a. fiskivinnuni eru stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama tíðarskeið árið fyri.
Fiskiskapur hevur higartil í ár útgoldið útvið tað sama í hýrum sum sama tíðarskeið í fjør, góðar 530 milliónir. Men verður hugt eftir gongdini í ár, sæst at frá februar til juli varð minni útgoldið hvønn mánað, og hetta førdi til at afturgongdin tilsamans var yvir 6%. Í august var ein lítil framgongd, men serliga í september var framgongdin so stór, at alt fallið higartil í ár varð vunnið innaftur.
Tilsamans eru í ár útgoldnar 74 milliónir meira í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent. Tá sæð verður burtur frá ráevnisvinnu o.t., har tølini eru smá og sveiggini stór, er størsta framgongdin í ali- og kryvjivirki við 12,8 prosent og flutningi annars við 10,2 prosent. Eisini gistihús og matstovuvirki hava framgongd, sum táttar í 10 prosent. Størsta framgongd í krónum er í almennari fyrisiting, kommunum v.m. Ein partur av orsøkini til hesa framgongd er, at tað var verkfall í 2012.
Størstu afturgongdina í lønum higartil í ár er í fiskavøruídnaði við 8,4 prosent og skipasmiðjum og øðrum smiðjum við 7,6 prosent.