Upprunaliga skuldi dysturin millum NSÍ og ÍF verið spældur í gjárkvøldið, men hann var avblástur eftir 18 minuttir, tí eitt kavaæl gjørdi linjurnar á vøllinum ósjónligar eina løtu. Tann dysturin verður spældur av nýggjum í Runavík klokkan 17.15 í dag.
Teir fýra dystirnir, sum verða spældir klokkan 15, eru Víkingur-AB í Gøtu, HB-FC Suðuroy í Havn, EB/Streymur-B36 í Streymnesi og B68-B71 á Toftum. Rás 2 fer at siga frá dystunum í Havn og Streymnesi, umframt at fylgja við hinum og FM-finaluni í hondbólti millum Neistan og Kyndil.
Eisini landskappingin í 1. deild hjá kvinnum byrjar í dag, og har eru dystirnir hesir: KÍ-MB í Klaksvík, AB-EB/Streymur á Argjum og Víkingur-Skála í Gøtu.