Vodafone 900.000 krónur í halli

ROKNSKAPUR - Vánaligi heimsbúskapurin og minni nýtsla hjá kundunum ber í sær, at Vodafone hevði lítið undirskot í 2009, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Vodafone

Hann sigur, at hóast eina óbroytta marknaðarstøðu, vísti roknskapurin hjá Vodafone eitt hall á knappar 900 túsund krónur í 2009.

- Høvuðsorsøkin til hallið er, at kundarnir høvdu minni nýtslu í 2009, helst tí búskaparstøðan í Føroyum og uttanlands var ivasom. Útreiðslurnar hjá Vodafone minkaðu ikki eins skjótt, sum nýtslan hjá kundunum minkaði, og tað merkir roknskapin fyri árið.

Rakstrarískoytið (EBITDA) minkaði úr 14,6 mió.kr. niður í 11,3 mió.kr. Úrslitið av grundrakstrinum (EBIT) var eitt yvirskot á 670 túsund krónur. Hetta er 4 mió.kr. minni enn í 2008. Samlaða sølan fór úr 97,6 mió.kr. niður í 91,8 mió.kr.
Vodafone gjørdi íløgur fyri 3,6 mió.kr. í 2009 og hevur niðurgoldið 4,5 mió.kr. í langfreistari skuld. Eginognin var 24,2 mió.kr. við árslok 2009.

- Vit eru ikki nøgd við úrslitið og ætla okkum eitt frægari úrslit í ár. Tillagingar eru gjørdar í 2009 og 2010, ið skulu betra rakstur felagsins. Gongdin higartil í 2010 vísir, at vit eru á rættari kós, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone.

Fyritøkan hevur hildið fram at útbyggja fartelefoni netið í 2009. Vodafone veitti 3G-tænastur frá 2008, og henda tænasta hevur nú tikið seg veruliga fram. Felagið dekkar Tórshavn, Skálafjørðin, Klaksvík og meginpartin av Vágum – íroknað flogvøllin - og í 2010 verða framhaldandi útbyggingar.
Felagið er eisini farið undir at veita nýggjar heildarloysnir til virkiskundar, sum stuðla upp undir virkisførið hjá virkjum. Í 2010 hevur Vodafone gjørt samstarv við City-handlarnar, og felagið ætlar, at hetta samstarv skal betra um tænastuna til frama bæði fyri brúkarar og Vodafone.

- Vodafone er sannført um, at tað er alneyðugt, at myndugleikarnir dagføra fjarskiftisreglurnar í Føroyum, og at almenna netið verður lagt í eitt sjálvstøðugt partafelag, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
eirikur@sosialurin.fo


Stutt fakta um Vodafone

Vodafone (Kall pf.)

Tænastuøki: Heildarveitari innan breiðband, fastnet og fartelefoni
Stovnað: 1999
Byrjað tænastur: 2001
Yvirskot fyrstu ferð: 2004
Eginogn: 24,2 mió.kr.
Javni: 74,2 mió.kr.
Solvensur: 33%
Langfreistað skuld: 20,5 mió.kr.
Starvsfólkatal: 30