Viviann hevur ikki longt við Selfoss

(Rás2) Hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Viviann Petersen umborð á bátinum sum ber hennara navn

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr triðju samrøðuna reportarin hjá Rás2, Vilmund D. Jacobsen gjørdi í sendingini "Bátaradio" á Rás2 seinnapartin, har sent verður frá Bátastevnuni í Vestmanna.

 

 

 

Vilmund D. Jacobsen prátaði við Viviann Petersen, ið mong kenna sum ein sera dugnaligan landsliðsmálverja. Viviann Petersen er systur Paula T. Petersen, borgarstjóra í Vestmanna.

 

 

Samrøðan var gjørd umborð á bátinum, "Viviann", ið ber navnið hjá Viviann Petersen.

 

 

Viviann Petersen spældi farna kappingarár við liðnum, Selfoss í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og tað eydnaðist liðnum at bjarga sær undan niðurflyting.

 

 

Viviann Petersen hevur tó ikki longt við Selfoss, og nú fer hon at spæla hondbólt í Føroyum aftur. Hin hevur tikið avgerð um, at greipuvinnararnir í heimbygdini, VÍF verður liðið sum hon fer at spæla við komandi kappingarár. 

 

 

Viviann Petersen kann ikki gera ov nógv av á Bátastevnuni í Vestmanna, tí mikukvøldið skal hon spæla EM-undankappingardyst ímóti Serbia í stórhøllini á Hálsi í Havn.