VITJANIN - hvar er vinnuliga íkastið

Oddagrein

Nú drotninga- og krúnprinsavitjanin stóð fyri durum bjóðaði landsstýrið eyka nógvum fjølmiðlafólkum hendavegin. Ikki bara donsk fjølmiðlafólk koma, men eisini fólk úr øðrum londum. Hetta er óivað gjørt fyri at varpa eitt jaligt ljós á Førpyar og ta fólk, sum búleikast her. Átakið er partvíst eydnast, tí fleiri fjølmiðlafólk koma við hesuferð.

Orsøkirnar kunnu vera fleiri: Ein er at fáa Føroyar í tilvitanina hjá útlendinum sum heild. Ein onnur kann vera at fáa útlendingar at hugsa um útflutningsvøruna, fiskin, sum veksur upp og etur seg feitan í havsins reinasta havumhvørvi. Og ein triða kann vera at fáa eyguni upp fyri, at Føroyar eru kanska eitt spennandi land at ferðast í.

Nú kenna vit ikki skránna fyri útlendsku fjølmiðlafólkini út í æsir, men við at hyggja at almennu skránni fyri ta fínu vitjanina, so er ikki nógv, sum bendir á, at vit royna at "selja" Føroyar sum fiskaútflytari ella ferðavinnuland. Sambært skránni vitja hvørki drotningahjúnini ella krúnprinsahjúnini eitt fiskavirki.

Hví ikki vitjð eitt av fremstu fiskavirkjum okkara, har feskur fiskur varð skorin til flak at flyta út niðurkøldur til evropeisku býirnar. Á einum slíkum virki hevði eisini borið til hjá serkønum, t.d. einum umhvørvisfrøðingi ella einum náttúrufrøðingini, at greitt frá tí reina havumhvørvinum og hvussu sunnur fiskur er at eta.

Seinastu árini hava almennu Føroyar lagt dent á at menna føroyska ferðavinnu. Hóast vit altíð kunnu seta spurnartekin við, hvussu hetta er eydnast, kunnu vit óivað semjast um, at talan er um eina menning, og at ferðavinnan kann gerast eitt alternativ - hóast kanska lítið - til høvuðsvinnuna.

Sjálvandi kann vitjanin í sjálvum sær skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland, men verður gjørt nakað fyri at vísa á serligu viðurskiftini, sum gera Føroyar til eitt spennandi ferðaland? Eitt ferðavinnumál, sum er øðrvísi enn strendurnar við Miðalhavi, Norðkappin í Noregi ella Geysir og ísurin í Íslandi! Vit seta spurnartekin.

Skráin fyri vitjanina er eftir flestra manna tykki rættiliga einstáttað: ellisheim, dagstovnar, søvn og gamlir bygningar! Tað er áhugavert, sumt er vakurt, forkunnugt og spennandi. Men vísa hetta Føroyar í dag - í hesi tíð við altjóðagerð - og fer skráin at varpa ljós á einar framkomnar Føroyar, sum vilja teljast millum hini framkomnu evropeisku londini?

Partvíst - men avgjørt ikki nóg væl, og vit kundu óivað fingið væl meira burtur úr, um skráin var eitt sindur meira fjøltáttað.

Sosialurin