Vitjaðu skúlafelaga í Hesti

Týsdagin løgdu næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki í skúlanum á Velbastað leiðina yvir um fjørð til Hest.

Í Hesti bíðaði ein annar næmingur spentur eftir teimum, hin 7 ára gamli Niklas Lyngvej sum gongur í 1. flokki í Hests skúla.
Skipanin er vanliga hon, at tað er hann sum fer ein dag um vikuna í Velbastaðar skúla saman við lærara sínum, Halldóru Dam. Men hesaferð komu altso hinir næmingarnir á vitjan í Hesti, nú skúlaárið var við at enda.
Tey fóru út í Hest við Ternuni um morgunin og innaftur seinnapartin, eftir ein hugnaligan dag í bygd og haga.