Dannebrog fór í gjárkvøldið fór í gjárkvøldið av Havnini og setti kós móti Klaksvík, har almenna vitjanin hjá krúnprinsfamiljuni heldur fram í dag. Vitjað verður í Klaksvík, Mikladali og Fugloy.
Krúnprinsfamiljan stígur í land klokkan níggju í morgun. Leiðin gongur fyrst yvir á Biskupstorg, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at greiða frá nýggju miðbýarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu. Edward Fuglø hevur eisini eina framsýning.
Í Ósalund fara skúlabørn úr Skúlanum á Skúlatrøð at syngja fyri krúnprinsfamiljuna, umframt at dagstovnarnir í Klaksvík hava fyrireikað eina heilsu. Haðani gongur leiðin yvir í Norðoya Sparikassa, har Marni Mortensen, stjóri, fer at vísa krúnprinsfamiljuni runt og greiða frá søgu og virksemi bankans.
Seinnapartin fer krúnprinsfamiljan til Fugloyar, har tey vitja í Hattarvík. Síðani gongur leiðin til Kalsoyar og Mikladals og kópakonuna. Í annaðkvøld skipar Klaksvíkar kommuna fyri einum døgurða fyri innbodnum í Spinnarínum.










