ES-kommiserurin Stefan Fule, sum er á vitjan í Ukraina, var fyrrapartin í einum fongsli í Kiev og vitjaði fyrrverandi ukrainska forsætisráðharran, Julia Timoshenko. Eygleiðarar siga, at vitjanin fall ikki í góða jørð hjá ukrainsku leiðsluni.
Julia Timoshenko varð fyrr í ár dømd sjey ára fongsul fyri at hava misbrúkt sítt vald, tá hon var forsætisráðharri.
Dómurin hevur fingið nógva umrøðu í øðrum londum, og fleiri hava lagt myndugleikarnar undir politiska hevnd. Stefan Fule segði aftan á vitjanina í fongslinum, at ES fer framhaldandi at halda eygað við málinum og tryggja, at hon fær ta verju, sum hon hevur rætt til.
Viðhaldsfólk hjá Julia Timoshenko siga seg stúra fyri heilsu hennara, nú hon situr í fongsli.










