Vitan úr Føroyum skal finna fjalda norska olju

Sub-basalt – Royndir og vitan frá boringum á føroyska landgrunninum kunnu hava stóran týdning fyri okkum, nú vit saman við umleið 20 oljufeløgum royna at loysa gátuna, hvat er undir basaltinum í Norskahavinum sigur Lars Jensen frá norska Oljudirektoratinum.

Nú olja og gass eru framleidd í Norðsjónum í meira enn 40 ár verður alla tíðina roynt at finna fram til, hvar møgulig nýggj fund kunnu gerast. Tosað verður ma. um leiðirnar við Lofoten og Vesterålen og Barentshavið. Men enn ein stór leið í Norskahavinum, sum er so gott sum ókend fyri bæði myndugleikar og oljufeløg, eru stóru økini út fyri Møre, eisini nevnd Møre og Vøring háslættarnir. Her er undirgrundin eins og við Føroyar fjald av basalti. Dýp­ið er eisini stórt. Vónirnar eru at finna kolvetni undir basalt­inum, og í hesum sambandi kunnu royndir og vitan frá boringum og kanningum við Føroyar og hinumegin markið í bretskum øki koma Noregi til hjálpar.
Norska oljudirektoratið hevur í eina tíð roynt at sam­skipa kanningar í hesum nýggja økinum, sum higartil hevur verið at meta sum eitt granskingarøki. Tvs. at um­leið 20 altjóða oljufeløg eru við í hesi verkætlan og rinda umleið 200.000 kr. um árið fyri at vera partur av ein­um samtaki, ið hevur til enda­mál at kortleggja, hvat kann goyma seg undir basalt­in­um. Shell hevur bor­að tveir brunnar í einum parti av hesum stóra økinum. Ann­ars goymdi olju og gass men var tó ikki lønandi. Hin var turrur. Hetta hevur tó ikki tikið vónina frá stóra sam­takinum.
Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar, at ar­beitt verður miðvíst við eini ætlan at kanna økið, áðr­enn farið verður at bora ein brunn. Kostnaðurin av einum brunni kann koma uppá eina milliard krónur, og áðrenn borurin verður settur í vilja oljufeløg og mynd­ugleikar royna at gera sítt heima­arbeiði væl og virðiliga.

Áhugaverd kanningarúrslit
Lars Jensen jarðalisfrøðingur og verkætlanarleiðari í Olju­direktoratinum sigur við blaðið, at tey hava savnað alt tilfar um økið og basalt síðani 2006. Eisini eru gjørd­ar serstakar seismiskar kann­­­ing­ar. Í 2008 gjørdi sam­­tak­­ið av at royna nýggja kann­ingar­háttin við elektro­magnetismu. Tíð­liga í hesum árinum verður úrslitið av hes­um kanningum kunn­gjørt sigur Lars Jensen og legg­ur aftrat, at tað sær sera áhuga­vert út. Tá verður meira greitt, hvat feløg og mynduleikar ætla fyri at loysa gátuna um fjalda norska oljudreymin.
Og tað er her, at vitan frá leitingini við Føroyar og vestan fyri Hetland kann koma samtakinum til góðar. Lars Jensen vísir á, at Statoil í 2006 boraði ein brunn inn á basaltøki við Føroyar. –Vit brúka føroysku royndirnar í okkara metingum og arbeiði, nú stórur partur av føroyska landgrunninum er “sub-basalt” tvs. at basaltløg fjala møguligar olju- og gasskeldur. Tað er sera týdningarmikið fyri okkum at sammeta okkara kanningar við ta vitan man longu hevur ognað sær í Føroyum og vestan fyri Hetland.

Statoil fleirlanda­strategi
Áhugavert er helst eisini at tengja gongdina í Føroyum og vestan fyri Hetland uppí tað, sum nú hendir á norskum øki. Ein kann ímynda sær, at ein av orsøkunum til, at Statoil er so virkið á før­oyska landgrunninum eins og í økinum á bretska land­grunninum tætt upp at mark­inum, te. Rosebank/Loch­nagar, er tann, at tess virksemi í hesum økinum á Atlants­mótinum kann gagna felag­num og harvið Noregi á risastóru basaltøkjunum í Norska­havinum, sum kunnu goyma nógva olju og gass.
Vit hava fregnast hjá Stat­oil, um eitt samband er mill­um áhugan hjá felagnum á Atlantsmótinum (tvs. vestan fyri Hetland og við Føroyar) og so vónirnar til at finna olju og gass á basaltøkjum í Norskahavinum. Ein ónavn­givin kelda sigur, at hetta als ikki kann útilokast, ja entá at hetta er heilt logiskt. Statoil er tað felagið, sum hevur flestu leitiloyvi í Føroyum og sum hevur bundið seg til at bora tveir brunnar kom­andi tvey árini. Í seinasta út­bjóðinarumfarinum vestan fyri Hetland fekk Statoil fleiri týðandi teigar rundan um Rosebankfundið, har tað eisini er basalt. Ein nið­ur­støða av hesum kann tí hugsast at vera, at helst ar­beiðir Statoil út frá eini teori um, at tað kann tæna felag­num í royndunum at finna olju og gass undir basalti, at hava eina samlaða strategi, sum umfatar trý lond, Noreg, Shetland og Føroyar.