Vitan og lestur í Norðurlandahúsinum

MFS skipar í morgin fyri einum átaki at fremja og kjakast um vitan og lestur. Sum felag teirra lesandi umboðar MFS tey, hvørs gerandisdagur snýr seg um at dyrka tað fakliga. MFS vil við Vitan 2011 kasta ljós á júst tað fakliga og vitanina. 

- Vit eru varug við, at vitan longu er til staðar í Føroyum. Avbjóðingin er sostatt ikki at byrja frá botninum. Vit nýtast ikki at enduruppfinna djúpa borðiskin. Avbjóðingin er hinvegin at varpa ljós á ta vitanina, vit longu hava í Føroyum, samstundis sum vit menna og styrkja hesa vitanina, sigur MFS í tíðindaskrivi.

Eftir hetta verður pallborðsfundur við umboðum fyri politisku flokkarnar, har hesir fara at kjakast um nýggja lestraryvirlýsingina, sum MFS fer at kunngera í morgin.

Dagurin í Norðurlandahúsinum byrjar klokkan 11, og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at viðgera Tórshavn sum lestrarbý, og um sama evnið fer eisini Sigurd í Jákupsstovu at røða.

Skráin fyri tiltakið, sum MFS skipar fyri í morgin, kann síggjast á www.mfs.fo