Vitan latast víðari

Petur Seloy, brandmeistari í Havn, fegnast um, at teir hava lokið skeið og nú hava førleika at útbúgva onnur, tí teir vilja fegnir lata sína vitan og royndir víðari, t.d. til brandfólk í øðrum kommunum

Brandmeistarin í Havn fegnast um trivnaðin í sløkkiliðnum í Havn og at allir luttakararnir fingu prógv, tá skeið var fyri stuttum.

Hann vísir tó á, at royndir vísa, at nógvastaðir kring landið hava fólk ikki neyðugar royndir og heldur hann, at gott hevði verið, um tann vitan, ið teir nú hava ognað sær, verður latin víðari til fólk í øðrum plássum í landinum. Hann ivast ikki í, at tørvur er á hesum.

Eisini heldur hann, at kommunur áttu at verið meira úti um seg, fyri at ogna sær útgerð og bilar. Hann vísir á, at teir fyri bíligan penga hava møguleika at útvega eitt nú bilar, um enn teir ikki eru heilt nýggir. Teir fáast bíliga og í góðum standi, vísir hann á.

Hann fegnast eisini um, at teir høvdu luttakarar á skeiðnum fyri stuttum av Velbastað og úr Kirkjubø. Luttakararnir hava nú sama førleika, sum sløkkiliðsfólkini í Havn og ætla at halda hetta viðlíka. Millum annað við at koma til venjingarnar í Havn.

Í Havn eru venjingar hvønn mánað, so at fólkini at enda hava verið ígjøgnum alt umaftur, innan 2 ár. Eitt krav, fyri at varðveita skeiðsprógv sítt er, at ein er virkin á økinum. Hendir hetta ikki innan 5 ár, er prógvið ikki galdandi longur.

Petur Seloy, brandmeistari sigur, at skeiðið var frá klokkan 8 til 16, men fólk sótu saman til seint á kvøldi. Dumpaðu tey, so var einki starv.

Hann minnir á týdningin av at hava førleika og kunnleikan. Tíðin er farin, tá brandmenn vóru stórir og ógvusligir menn, ið bjargaðu skríggjandi kvinnum úr brennandi húsum og sum sløkkja eld við 200 litrum av vatni.

- Í dag ræður um at finna eldin og kannska sløkkja hann við 20 litrum av vatni og slíkar royndir fáa vit undir venjing í dag, sigur Petur Seloy, sum er fegin um, at vitan og royndir nú eru til taks og klár at lata øðrum.