Vita ikki nær streymurin kemur aftur

Streymslit er summastaðni eftir stormin í nátt

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt og ein avleiðing av tí, er, at streymurin er farin onkrastaðni. Hann er farin í Fámjin, í Hvalba og í Sandvík, og onkrastaðni í Eysturoy, upplýsir Sev.

 

Manning frá Sev er farin á fjøllini í morgun at leita eftir brekinum, men enn ber ikki til at siga, nær tey eru funnin, og umvæld, sigur Sev.