Skattalætti ella umlegging
Næsta ár skal landsskatturin lækkast 60 milliónir. Men er talan um ein skattalætta, ella eina umlegging
Tað er tann stóri spurningurin, sum politikarar nokk skulu fáa onkra festliga løtu burturúr teir komandu dagarnar.
Sum tað sæst á greinini omanfyri, er tað ein stórur spurningur, hvussu skattalættin komandi ár skal kallast. Er talan um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, ella er talan um eitt endurgjald til kommunur og skattgjaldarar fyri at yvirtaka barnaverndarøkið og fyri at barnsburðargrunnurin verður lagdur undir arbeiðsmarknaðin.
Vit hava spurt leiðandi politikarar úr samgonguni, men haðani fæst heldur onki greitt svar.
Tað er ongin ivi um, at talan er um ein skattalætta. Men samstundis sum skattalættin verður latin, verða barnaverndarøkið løgd til kommunurnar og barnsburðargrunnurin lagdur til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins.
Tað er tí eisini greitt, at tí verða nógvar kommunur noyddar at hækka kommunuskattin og tí er talan ikki um ein veruligan skattalætta.
Men tað eru onkrar kommunur, sum eru so væl fyri, at tað kanska verður óneyðugt at hækka kommunuskattin og har verður talan um ein skattalætta.
Verður niðurstøðan, at talan er um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, skal samhaldsfasti hækka. Men er skattalættin eitt endurgjald fyri barnaverndarøkið og barnsburðargrunnin, skal samhaldsfasti ikki hækka og hetta er tann stóri spurningurin, sigur Kaj Leo Johannesen.
Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum í tingi, staðfestir, at talan er um skattalættan, sum varð avtalaður í samgonguskjalinum, men í hesum føri fáa kommunur og skattgjaldari øktar útreiðslur av barnaverndarøkinum og barnsburðargrunninum.
Vit gjøgnumføra skattalættan, sum ætlað. Hjá teimum kommununum, sum eru so væl fyri, at tær sleppa undan at hækka skattin, er talan um ein veruligan lætta. Annars fer hesin skattalættin at geva kommununum rúmd fyri at hækka skattin, um tær vilja tað.
Hjá teimum kommunum, sum hækka skattin, fer skattalættin at tódna.
Jørgen Niclasen staðfestir, at inngjaldið til samhaldsfasta fer ikki at hækka komandi ár.
Nú gjørdust skattalættin ikki tað, vit ætlaðu og tí hækkar samhaldsfasti ikki.
Kristian Magnussen, formaður javnaðarfloksins á tingi, sigur, at næsta ár verður ongin skattalætti.
Tað, sum hendir næsta ár, er ikki ein skattalætti. Tað er ein umlegging av skattinum, har landsskatturin lækkar, men har kommunur og skattgjaldarin fáa øktar byrðar av tí at barnsburðargrunnurin verður lagdur til partar á arbeiðsmarknaðin og barnavendarøkið verður lagt undir kommunurnar.
Sostatt koma skattgjaldarar og arbeiðsgevarar at betala økt avgjøld til barnsburðargrunnin og kommunur verða noyddar at hækka skattin fyri at fíggja barnaverndarøkið.
Fyri at skattatrýstið ikki skal økjast, verður neyðugt at lækka landsskattin. Talan er tí ikki um ein lætta, men um eina umlegging.
Tá ið talan er um ein skattalætta, eigur tað at merkja, at keypiorkan økist, men tað ger hon ikki.
Kristian Magnussen sigur, at kemur samgongan til ta niðurstøðu, at talan er um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, skal samhaldsfasti eisini hækka.