Vita framvegis ikki hví óhappið hendi

Løgreglan hevur ikki enn fingið greiði á einum sermerktum ferðsluóhappi í Klaksvík

Løgreglan veit enn ikki, hví ein bilførari brádliga fór útav einum høgum garði mitt í Klaksvík, og rendi á eini hús undir vegnum.

 

Tað var seinnapartin í gjár, at ein bilførarin kom koyrandi, men brádliga snaraði í eitt stakitt og fór omanav vegnum.

 

Hann fór útav einum garði, sum er einar fýra fimm metrar høgur, og rendi á húsini nakrar metrar undir vegnum. Bilurin rendi á, har baðiverilsi er, og sum tað sæst á myndunum, fingu bæði bil, og hús, stóran skaða.

 

Ein avleiðing av óhappinum var eisini, at ein hampiliga stórur steinum fór ígjøgnum vindeygað á einum kamarið og endaði í eini sofu.

 

Onki av húsfólkunum fingu skaða, men bilførarin varð innlagdur á sjúkrahús.

 

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi. Men talan er um ein eldri bilførara, og ein orsøk til óhappið kann vera, at hann hevur fingið dánilsi best sum hann kom koyrandi eftir vegnum.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir, Norðlýsið hevur tikið beint eftir óhappið