Vit vóna at fólk bera yvir við okkum

Tjaldið, sum verður sett upp á Skálatrø at halda ólavsøku í, er tað størsta nakrantíð

- Eg vóni at fólk bera yvir við okkum!

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Og tað, hann sipar til, er, at nú er ein stórur partur av parkeringsplássunum á Skálatrøð tikin til at seta eitt risastórt tjald á, sum skal brúkast í sambandi við ólavsøkuna.

 

Og samstundis sum at borgarstjórin vónar, at fólk bera yvir við teimum fyri at hava tikið fleiri av parkeringsplássunum, vísir hann á, at tað er alneyðugt at byrja longu nú fyri at lukkast at fáa tjaldið upp.

Hetta tjaldið er nevniliga tað størsta, sum hevur verið.

Tað er 35 ferðir 40 metrar, ella heilar 1400 fermetrar stórt og inni í tí verður alskuns virksemi, heilt frá matstovum til radiobilar.

 

- Tað tekur eina lítla viku at seta tjaldið upp og tískil er neyðugt at fara til verka longu nú, sigur borgarstjórin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran greiða frá tjaldinu og hví hann heldur, at ólavsøkan er ikki við at veksa seg ov stóra.