Eysturríkskir miðlar halda Eysturríki vann 3-1 á Føroyum uttan at hugtaka nakað serligt við avrikinum, og endurtikið verður, at talan var um ein pliktsigur.
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
0-1: Sonni Ragnar Nattestad 19.
1-1: Dragovic 30.
2-1: Baumgartner 37.
3-1: Kalajdziz 44
Eysturríkska Kringvarpið, ØRF hevur fingið viðmerkingar frá eysturríkska landsliðsvenjaranum og eysturríkska liðskiparanum:
- Vit byrjaðu sera væl og trýstu mótstøðuliðið væl. Vit vóru væl vitandi um, at føroyingarnir eru vandamiklir við deyðbóltsstøður. Føroyingarnir hava tveir spælarar yvir 1,90 metur, og tað hava vit ikki, sigur Franco Foda, eysturríkskur landsliðsvenjari sum heldur, at Eysturríki átti fríspark við 0-1 málið hjá Sonna Ragnari Nattestad. Franco Foda fegnast um, at hansara lið ikki fór í panikk men varðveitti stóra trýstið og hevði gott samanspæl. Tó iðrar Franco Foda seg um, at Eysturríki ikki skoraði uppá stóru málmøguleikarnar í seinna hálvleiki.
- Tað var púra víst okkara mál at skjóta fleiri mál. Tað eydnaðist bara ikki í seinna hálvleiki sjálvt um vit høvdu góðar málmøguleikar og góðar støður. Eg haldi við vunnu uppiborið, segði krútsterki liðskiparin, David Alaba aftaná dystin. David Alaba heldur, at eysturríkska liðið hevði nógvar góðar støður, og nógv góð álop við góðum spæli, og tað fegnast hann um.