-Vit vinna flestu rættarmálini

Lars Gulmann, ið arbeiðir sum løgfrøðingur hjá LO, metir, at ein lóggeving fyri føstum gerðarrætti í Føroyum kann gerast trupul, um báðir partar ikki vilja seta hann í verk. Hann vísir eisini á, at í Danmark vinnur LO flestu rættarmálini ímóti Dansk Arbejdsgiverforening

Fyri góðum trimum vikum síðan sendi Bjarni Djurholm eitt uppskot um at umskipa føroyska arbeiðsmarknaðin. Eftir ætlan, skulu partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum koma við sínum endaligu tilmælum tann 25.august til uppskotið hjá Vinnumálaráðnum
Seinastu vikurnar hava bæði umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, saman við landsstýrismanninum gjørt vart við seg í fjølmiðlunum. Meiningarnar eru rættiliga ymiskar og mótstríðandi, og serliga tykist stór ósemja verða um uppskotið at seta ein fastan gerðarrættin á stovn. Umboð fyri arbeiðsgevararnir eru fegin um uppskotið, meðan forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, vil ikki síggja nakað til uppskotið hjá Vinnumálaráðnum.
Verður fasti gerðarrætturin endaliga samtyktur í løgtinginum, verður talan um eina grundleggjandi broyting á føroyska arbeiðsmarknaðinum, har vit flyta okkum inn á eitt fullkomiliga óroynt øki.

Danir havt fasta gerðarrættin síðan 1909
Fyri góðum 100 árum síðan, í 1909, settu danir sín fasta gerðarrætt á stovn. Tað vóru Dansk Arbejdsgiverforening og De Samvirkende Fagforbund, nú LO, sum komu ásamt um at seta fasta gerðarrættin í verk. Tíggju ár seinni, varð hann endaliga staðfestur við lóg í Fólkatinginum
Fram til dagin í dag eru fleiri broytingar framdar. Eitt nú fevndi fasti gerðarrætturin fram til 1973 bert um privata arbeiðsmarknaðinum, men við lógarbroyting í 1973 varð eisini tann almenni arbeiðsmarknaðurin tikin við. Seinasta lógarbroytingin er frá 1996.

Víkir frá føroyska uppskotinum
Skipanin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tá ósemjur stinga seg upp, hevur higartil verið tvíbýtt. Er talan um tulkingarspurningar viðvíkjandi sáttmálaósemjum, hevur ein gerðarrættur tikið sær av ósemjuni. Hevur hinvegin verið talan um ólógligt sáttmálabrot hevur ein borgarligur rættur loyst ósemjuna.
Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum leggur upp til, at nýggi fasti gerðarrætturin bæði skal taka sær av tulkingarósemjum og sáttmálabrotum. Skipanin í Danmark er eitt sindur øðrvísi uppbygd. Fasti gerðarrætturin hjá dønum tekur sær bert av sáttmálabrotum, og ikki tulkingarósemjum. Tulkingarósemjur á danska arbeiðsmarknaðinum tekur, sum í núverandi skipan í Føroyum, ein gerðarrættur sær av.



Vit vinna flestu rættarmálini
Fyri at fáa eitt sindur gjøllari yvirlit, hvussu fasti gerðarrætturin hevur roynst í Danmark, hava vit sett Lars Gulmann, løgfrøðingi hjá LO stevnu, um hvørjar royndi LO hevur av rættinum.
LO er høvuðsumboðið fyri arbeiðarafeløgini í Danmark. Stovnurin er eitt samskipandi landsfelag, ið miðsavnar øll arbeiðararfeløgini í Danmark. Í Føroyum hevur av á verið frammi um at fáa eitt líknandi landsfelag, men tað hevur ongantíð komið nakað ítøkiligt burturúr.
Ein av grundgevingunum hjá føroysku arbeiðarafeløgunum fyri ikki at góðtaka ein fastan gerðarrætt hevur verið, at arbeiðararfeløgini í eitt nú Danmark hava havt orð á sær fyri at tapa tey flestu rættarmálini í fasta gerðarrættinum.
-Síðan skipanin við fasta gerðarrættinum í Danmark í 1992 eisini fór at fevna um eftirlønir, hava vit vunnu flestu rættarmálini. Áðrenn broytingina í 1992, vunnu arbeiðsgevararnar flestu rættarmálini, men nú er gongdin ein heilt onnur, og hagtølini siga, at vit vinna flestu træturnar, greiðir Lars Gulmann frá.

Hann vísir á, at síðan lógarbroytingina í 1992, er talið av rættarmálum nógv økt. Undan henni vórðu vanliga eini 300 rættarmál árliga, men talið er økt munandi, og nú eru um 1000 mál árliga hjá fasta gerðarrættinum at taka sær av.
Lars Gulmann fortelur, at grovt sæð, snúgva flestu vunnu rættarmálini júst um eftirlønartreytir. Serliga stevnir LO óskipaðuðum arbeiðsgevarnum, sum ikki hava eina eftirlønarskipan til arbeiðstakararnir. Hinvegin vinnur mótparturin, Dansk Arbejdsgiverforening, oftast rættarmál um ólóglig verkføll hjá arbeiðarafeløgunum.

Fasti gerðarrætturin eitt frálíkt aktiv
Løgfrøðingurin hjá LO er sera fegin um fasta gerðarrættin, tí hann loysir trætur skjótt og greitt.
? Bæði LO og DA(Dansk Arbejdsgiverforening) eru sera væl nøgd við fasta arbeiðsrættin. Báðir partar eru samdir um, at hann er eitt frálíkt aktiv og riggar til fulnar, sigur Lars Gulmann

Tá vit greiða honum frá støðuni í Føroyum, at politiski myndugleikin hevur ætlanir um at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti, sigur Lars Gulmann, at hóast hann ikki fylgir við í málinum, so kann tað gerast trupult.
- Í Danmark var tað upprunaliga ein semja millum mótstríðandi partarnar, LO og Danska Arbejdsgiverforening, um at stovnseta ein fastan gerðarrætt, og síðan varð tað lóggivið fyri rættinum. Er annar parturin á arbeiðsmarknaðinum ósamdur við seta ein fastan gerðarrætt í verk, so kunnu avgjørt stórir trupulleikar hjá politikkarunum í Føroyum verða við at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti, metir løgfrøðingurin hjá LO at enda.


Mynd:
Um góðar tvær vikur skulu partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum geva sítt tílmæli til uppskotið hjá Vinnumálastýrinum. Ein løgfrøðingur hjá danska LO, sum umboðar donsku arbeiðararnar, heldur at verða mótstríðandi partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki samdir um at seta ein fastan gerðarrætt í verk, kann tað gerast trupult hjá politiska myndugleikanum at lóggeva fyri honum.
Mynd: Savnsmynd