- Vit vilja ikki hava rottu í Sandoynna

Tveir mans á Sandi eru rættiliga sannførdir um, at teir hava sæð eina rottu á bryggjuni. Hon datt úr einum røri og rann burtur. Menninir báðir stóðu bara tríggjar metrar burturi.

 

- Tað var í gjárkvøldið, at tveir mans, sum stóðu úti á havnalagnum á Sandi, ringdu til mín. 

 

Tað sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason. Orsøkin til, at hesir báðir menninir ringdu til borgarstjóra, var, at teir hildu seg hava sæð eina rottu.

 

- Teir søgdu seg hava sæð eitt dýr koma úr einum røri, sum alifelagið Mowi brúkar til at fóðra alivinnuna við. Teir sóu, at dýrið datt niður á bryggjuna og rann avstað. Hesir báðir hildu ongan iva vera um, at tað var ein rotta, teir høvdu sæð.

 

Borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, segði við KvF í dag, at tað, sum hesir menninir sóu, var eitt dýr, sum var umleið 20 sentimetrar langt, og sjálvir stóðu teir bert tríggjar metrar burturi.

 

Heri Sverrason sigur, at tey í Sands kommunu eru ógvuliga hørm um, at rotta nú møguliga er komin í Sandoynna. 

 

- Tað, sum vit gjørdu beinanvegin, var, at seta okkum í samband við ein kvalifiseraðan rottutínara, sum vit hava. 

Borgarstjórin sigur, at hálvan tíma seinni ringdi rottutýnarin til hansara og segði, at nú hevði hann sett upp 10 kassar við rottueituri, og haraftrat hevði hann sett upp fýra rottufellur.

 

Hann hevði eisini lagt nakrar sonevndar tunlar við blekkpappíri í, so tað kann síggjast, um rotta hevur verið her.

 

- Hetta hevur so alt staðið úti á bryggjuni í alla nátt, men enn hava vit ikki sæð spor eftir rottu.

 

Heri Sverrason vísir á, at hetta var tað allar fyrsta, tey í kommununi gjørdu. 

 

##med2##

- Síðan ringdi eg til Mowi, sum hevur aling á Sandsvág og í hesum sambandi eisini hevur virksem á bryggjuni. Teir hava vist nokk eisini onkra tilbúgving, og hetta syrgdu teir so eisini fyri at seta í gongd. 

Borgarstjórin sigur, at hann í morgun eisini ringdi til Umhvørvisstovuna og fortaldi, hvussu vorðið var.

- Har skutu tey upp, at vit seta okkum í samband við grannakommunurnar, so tey eisini kunnu seta neyðug tiltøk í verk.

 

Heri Sverrason sigur í samrøðu við KvF, at í Sands kommunu vilja tey gera alt, sum liggur í teirra makt fyri at sleppa av við rottuna, tí vit vilja slett ikki hava rottu í Sandoynna.

 

 

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu.