Vit vilja ikki verða verri fyri

Ein av teimum mongu studentaskúlanæmingunum, sum í dag var við í mótmælisgongu niðan í mentamálaráðið, var Annika Vang úr Suðuroy. Hon sigur, at teirra árgangur ikki vil verða verri fyrin, enn teir ið hava verið undan teimum.

Hundraðtals ungdómar, sum í ár ganga í 3.g. á studentaskúlunum kring landið, gingu fyrrapartin í dag í mótmælisgongu niðan á mentamálaráðið, har tey vístu landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni, sína ónøgd við, at lesifrítíðin undan próvtøkunum komandi summar verður skerd. Ætlanin hjá mentamálaráðnum er annars at javnstilla allar miðnámsútbúgvingar, tá ið tað snýr seg um lesifrí, men hesum mótmæla studentaskúlanæmingarnir harðliga.

Týdningarmikið at hava góðar lesimøguleikar
Annika Vang, sum gongur í 3.g. á miðnámsskúlanum í Vági, sigur, at tey als ikki kunnu góðtaka, at lesifrítíðin verður skerd.
- Tað er ómetaliga týdningarmikið at hava so góðar møguleikar sum gjørligt at lesa undan eini próvtøku, soleiðis at vit fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt. Tað er eisini vert at hugsa um, at tey, ið hava tikið prógv árini undan okkum, hava havt munagóða lesifrítið. Hetta eru tey, sum vit skulu kappast við um plássini á hægru lærustovnunum, og um okkara lesifrítíð verður skerd, so ger tað okkum veikari í mun til tey, sum hava gingið árini á studentaskúla árini undan okkum, sigur Annika Vang.
Hon heldur eisini, at tað ikki ber til at samanbera til dømis hægri handilsskúla útbúgvingina og studentaskúlaútbúgvingina, tá ið tað snýr seg um lesifrí.
- Hægri Handilsskúli er ein tvey-ára útbúgving, meðan student er ein trý-ára útbúgving. Um vit hava somu lesifrítíð, so merkir tað í veruleikanum, at HH-næmingarnir hava somu tíð at lesa eitt tvey ára pensum, sum vit hava til eitt trý ára pensum, og tað er ikki heilt rættvíst, heldur Annika Vang.
Mentamálaráðið ætlar eisini, at studentaskúlarnir næmingarnir undan komandi próvtøkum ikki fáa at vita, hvørjar munnligar próvtøkur tey skulu til, fyrr enn tey hava verið til teir skrivligu. Hesum átala næmingarnir harðliga, tí tey vilja hava best hugsandi møguleikar at lesa upp á pensum, og tí tey, sum áðurnevnt, ikki vilja verða verri fyri, enn tey sum hava gingið undan teimum, greiðir Annika Vang frá.
Annika Vang fegnaðist tó um, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevði sagt næmingunum frá, at hann fór at endurskoða málið, tí sum lærari sjálvur skilti hann væl støðuna hjá næmingunum