Vit vildu hava alt grótið – og rinda fyri flutningin

Tað lá leingi í kortunum, at vit skuldu fáa grótið, men so endaði tað brádliga á Sundi, sigur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu

– Vit vóru til reiðar at taka ímóti øllum grótinum úr Eysturoyartunlinum, men so komu brádliga boðini um, at Tórshavnar Kommuna skuldi hava tað kortini.

 

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, váttar, at tær tríggjar kommunurnar rundan um Skálafjørðin, Sjóvar Kommuna, Nes Kommuna og Runavíkar Kommuna, høvdu ætlanir um at fáa alt grótið úr Eysturoyartunlinum, eisini grótið, sum kemur upp streymoyarmegin.

 

– Eg kann vátta tað, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, segði í KvF í gjárkvøldið um grótið, sum nú verður lagt á Sundi, sigur Artur Johansen.

 

Hann sigur, at tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin høvdu avtalað at býta grótið ímillum sín soleiðis, at strandingar skuldi fáa 20 prosent, tey á Nesi skuldu fáa 22 prosent og runavíkingar skuldi fáa 58 prosent.

 

– Tað lá eisini alla tíðina í kortunum, at kommunurnar skuldu sjálvar rinda fyri flutningin, og í hesum sambandi vóru vit eisini í ferð við at kanna, hvat tað hevði kostað. Ætlanin var at gera eina fyribils atløgubryggju við Hvítanes, sum ein grótbátur kundi leggja at, og so var ætlanin at sigla tað um fjørðin inn á Skálafjørðin, sigur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu. Eisini ta atløgubryggjuna skuldu kommunurnar gera.

 

Hann sigur, at tær tríggjar kommunurnar vóru komnar rættiliga langt í samráðingunum við tunlafelagið um grótið.

 

– Men so komu brádliga boðini um, at Tórshavnar Kommuna skuldi hava grótið kortini, og so datt alt niðurfyri, sigur Artur Johansen.

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at Tórshavnar Býráð samtykti at taka ímóti grótinum, men vildi ikki rinda fyri flutningin.

 

Artur Johansen er samdur við Torbjørn Jacobsen, sum helt fyri í Kvf, at kommunurnar á Skálafjørðinum eru brúktar sum jarnbrot í samráðingunum við Tórshavnar Kommunu og at Tórshavnar í roynd og veru vildi ikki, at grótið skuldi endað inni á Skálafjørðinum.

 

Artur Johansen sigur, at í Sjóvar Kommunu ætlaðu tey at brúka grótið til ein ídnaðarøki og so ætlaðu tey eisini at fáa Landsverk upp í leikin og at brúka grót úr tunlinum til at gera vegin til Selatraðar.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar, sigur, at hann hevur onga viðmerking til málið yvirhøvur.