Vit verða snýtt tá vit keypa oregano

Danska brúkararáðið Tænk hevur kannað ymisk merkir av kryddurtini oregano á laboratorium, og tað vísir seg, at fleiri merkir hava blandað stórar nøgdir av følnaðum bløðum í kryddurtinar. Eisini merkir, sum verða seld í Føroyum. Coop hevur millum annað tikið fleiri vørur aftur. 

 

 

Tænk skrivar, at fýra út av 10  framleiðslum av oregano høvdu annað enn sjálvt oregano í vøruni, sum varð á hillini í matvøruhandlunum. Millum annað varð følnað bløð frá oliven- og sólareygatrøum funnið í framleiðslunum..  

 

 

Í summmum av framleiðslunum var næstan helmingurin av vøruni annað enn oregano. 

 

 

Sólareygatræ eitur Cistus á Latíni, og træið verður millum annað brúkt sum heilivágur, men tað smakkar ikki av nøkrum, so tað verður blandað við oregano fyri at spara pengar, sigur Camilla Udsen frá brúkaráðnum Tænk. 

 

 

– Tað er kemur óvart á meg, at so nógvar framleiðslur brúka annað enn oregano í so stórum mongdum. Hetta er avgjørt svik, sigur hon við dr.dk.  

 

 

Tv2.dk skrivar at Coop hevur valt at taka Änglamark-oregano av hillunum, og góðskuleiðarin Malene Teller Blume tekur málið í stórum álvara. 

 

 

– Vit viðurkenna, at vit eru snýtt, men tað er torført at siga í hvønn mun vit eru snýtt. Vit eru ómetaliga hørm um hetta, og kunnu á ongan hátt góðtaka tað. Vit mugu kunna hava álit á, at tá vit keypa oregana, ja, so er tað oregano, sigur hon við tv2. 

 

 

Coop hevur eisini tikið Kilic-oregano av hillinum, skrivar Tv2.