Millum orsakirnar til minkaða mobilitetin nevna sviar, at lutfalsliga talið á yngri fólki er minkandi; og eldri vit gerast, minni verður hugurin at flyta og taka við nýggjum avbjóðingum. Hækkandi útbúgving veksur hin vegin um mobilitetin, men í meðal tykist útbúgvingarstøðið ikki hækkað seinnu árini. Triðja orsøk hongur eftir øllum at døma uppi í, at báðir hjúnaðarfelagar arbeiða, og truplari er kanska hjá báðum at finna eggjandi arbeiði á sama staði, um tey flyta. Størsta forðingin tykist tó vera høga skattatrýstið, sum ger, at tað liggur ongin peningaliga ríkari framtíð í nýggjum avbjóðingum.
Samveldi, lond, landspartar og býir kappast um kapital og vitan
Tað er skjótt langt síðan, at gamla býtið av framleiðslufaktorum, t.e. viðurskiftum, sum liggja til grund fyri framleiðslu og vælferð í einum landi, v.ø.o. í jørð, herundir rávørur, arbeiðsmegi og kapital, var ov einfalt. Tað hevur kanska størri týdning at býta hesar framleiðslufaktorar eftir, í hvønn mun teir eru flytiligir og í hvønn mun staðbundnir.
Flytiligari ein framleiðslufaktorur er, størri er virði á honum, og meira er hann eftirspurdur hjá teimum, sum sakna hann. Jørð, rávørur og ikki flytiligur kapitalur fáa alt minni virði í framleiðsluni. Einans í tann mun marknaður er fyri teimum vørum, sum hesir faktorar kunnu medvirka til at framleiða, og um dugnalig arbeiðsmegi er at evna hesar vørur til nýtslu fyri marknaðin, hava faktorarnir nakað virði. Vit hava sjálvi merkt upp á okkara kropp, at tað vit hildu hava virði, knappliga var at kalla virðisleyst. Harafturat kemur, at vørur, ið fremst byggja á hesar faktorar, verða alt minni eftirspurdar.
Við frammanfyri nevndu gongd roynir kapitalurin at gera seg so óheftan av staði og vinnu sum yvirhøvur til ber. Virðis- og partabrævahandil gera hetta møguligt, og tað ræður tí um hjá fyritøkum at fáa partabrøv síni góðkend á virðisbrævamarknaðum, so tey við víðkan av partapeninginum kunnu fáa neyðugan kapital tilførdan til menning og vøkstur av fyritøkuni. Gongdin í avlopi hjá fyritøkuni ger av, um kapitalurin varðveitir áhugan í at eiga virðisbrøvini í einari fyritøku ella roynir at sleppa sær av við tey, áðrenn tapsvandin gerst ov stórur.
Møguleikarnir fyri avlopi hjá einari fyritøku velst um leiðsluna; hvussu hon skipar fyritøkuna, og hvussu fyriskipanin tryggjar støddina á virðisøking í mun til talið á arbeiðsfólki í fyritøkuni. Tað slepst ikki uttan um, at dugnaligari og meira útbúgvin arbeiðsmegin er, og virknari leiðslan er ? bæði í tí dagliga men ikki minni í at fyrireika fyritøkuna til framtíðar krøv ? størri gerst avlopið, virðismiklari gerast partabrøvini í fyritøkuni, og størri verða positivu árinini á samfelagið av fyritøkuni.
Men eisini arbeiðsmegin sum framleiðslufaktorur verður mett eftir hugi og evnum at flyta ? í annað stað og í aðra vinnu. Ófaklærd og óútbúgvin arbeiðsmegi er aloftast ein ikki flytiligur framleiðslufaktorur, sum verður goldin við lágum og svikaligum prísi. Faklærd og væl útbúgvin arbeiðsmegi haraftur ímóti hevur lætt við at flyta bæði í annað land og í aðra vinnu. Dugnaligari hon er, hægri prís fær hon, og fyritøkur, ið hava tørv á meira kapitali til vøkstur og menning, kappbjóða fyri at fáa hendur á hesari arbeiðsmegi.
Eitt samfelag við fáum ella fækkandi tali av fyritøkum, sum skapa virðisøking, er illa fyri. Staðbundnu framleiðslufaktorarnir megna ikki at halda búskapinum uppi, og samfelagið er illa fyri, tá tað ræður um at tryggja sínum gomlu, vinnuleysu, veiku og sjúku mannsømulig kor. Unga fúsa fólkið flytir burtur, stóra fjøldin av ófaklærdum fólki missir arbeiði, og lutfalsliga talið á gomlum gerst órímuliga stórt í mun til orkuna hjá samfelagnum at veita teimum eftirløn og góð ellisár.
Ei dáni í, at býir, landslutir og lond, ja enntá samveldi leggja so stóran dent á at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri kapitali og dugnaligari arbeiðsmegi at koma til og støðast í teirra samfelag, hvussu lítið hetta enn er. Fyritøkurnar og fyritøkuleiðslurnar fær samfelagið gjørt lítið við, men umstøðurnar hjá teimum at virka til frama fyri vøkstur og menning av teimum sjálvum kann samfelagið royna at gera so frægar sum til ber.
Reyvafall í oljuni?
Fyri stórthundrað árum síðan menti føroyska samfelagið seg við ferð úr bónda- og landbúnaðarsamfelagnum og inn í eina fiskivinnutíð. Í 1880-unum var føroyski útflutningurin eftir tátíðar meti hávirðisøktar vørur úr ull, men longu í 1930-unum var útflutningurin broyttur so nógv, at hann eftir tátíðar meti at kalla bert var hávirðisøktar fiskavørur og ein viðfáningur av óvirkaðari ull. Tað fyri okkum í dag at síggja ófatuliga áræði og viljin hjá privatum og vinnulívi í tjúgu- og tríatiárunum at føra okkum í røttum tíma inn í ídnaðarsamfelagið miseydnaðist, eitt nú av kreppu og øðrum veraldarbardaga. Og aftaná kríggið fekst ikki lag á .
Nú sjeyti ár eftir hava vit aftur fingið møguleikan at gera eitt risalop frameftir, sum kann tryggja okkum eitt samfelag, har tey ungu síggja sær eina ríka og avbjóðandi framtíð í Føroyum, og har tey gomlu kunnu gleða seg til at bjóða sínum barnabørnum góðar løtur í uppvøkstri saman við teimum.
Møguleikin liggur sjálvsagt í oljuvinnuni, sum kanska kann taka seg upp við Føroyar. Ikki í oljuni, tí olja er ein skitin, kleimin og umhvørvisskaðilig evja, sum eina tíð frameftir er virðismikil í orkuframleiðslu. Hon hevur tískil eisini lágan og svikaligan prís, verður hesin prísur ikki hildin uppi av tilvildarligum ella tilætlaðum marknaðarskorti ella av skatti sagdur at tæna umhvørvi.
Møguleikarnir liggja í, at frálandavinna við Føroyar kann geva føroyskum fyritøkum tiltrongda høvið til at menna seg úr handaligum framleiðslu- og tænastuvirksemi í hátøkniligt tænastu- og menningarvirksemi. Úr virksemi, sum gevur lágt og svikaligt meirvirði, í virksemi við høgari meirvirðisøking. Úr virksemi, sum dúvar upp á ófaklærda arbeiðsmegi, sum er nøgd við óstøðug arbeiðspláss, í virksemi, sum bert kann klára seg við dugnaligari leiðslu og arbeiðsmegi, sum støðugt er í útbúgving og setir krøv um eggjandi arbeiðsuppgávur.
Føroyskar fyritøkur hava longu mentalt fyrireika seg til at taka av hesum møguleikum og avbjóðingunum í frálandavinnuni. Tí bjóðaðu 24 fyritøkur seg fram á ONS 2000 í Stavanger. Tær vilja uppí; royna seg og gerast dugnaligir samstarvspartar í oljuvinnu við Føroyar og úti í heimi. Tær vilja vinna pening og tryggja sær og sínum starvsfólkum góð og lønandi arbeiðskor.
Fyritøkurnar vita fullvæl, at royalty og hækkaður partafelagsskattur á oljufeløg ikki tænir teirra áhugamálum, Hesar inntøkur tæna heldur ikki áhugamálunum hjá starvsfólkunum og teirra avvarandi. Hesar eykainntøkur skulu annaðhvørt verða brúktar eftir politiskum áhugamálum, ella tær skulu goymast burtur til framtíðar politisk endamál.
Verða eykainntøkurnar brúktar nú, fer samlaða nýtslan í samfelagnum langt út um tað, sum landsbúskaparliga er forsvarligt, og nýtslan fer til at halda uppi framleiðslu og virkjum, sum ikki eru kappingarfør. Eins og í áttati-árunum fer henda meirinýtsla at máa støðið undir meirvirðisskapan í samfelagnum og harvið undir framtíðar livilíkindum í Føroyum.
Og verða eykainntøkurnar goymdar til framtíðar nýtslu, tá tað almenna heldur, at nú er tíðin komin til at seta á tær ella brúka møguligar rentuinntøkur til eitthvørt samfelagsgagnligt endamál, tryggja løgting og landsstýri sær við hesum eitt framtíðar vald, sum í roynd og veru ikki er tilætlað teimum í einum demokratiskum samfelag. Vald teirra kemur at liggja í, at vit í dag hava tryggjað teimum at sleppa at sita á einum peningakassa, sum allir borgarar eiga part í, men ikki sleppa at nýta, sum teir halda vera skilabest. Politiska kjakið í landinum fer at snúgva seg fyrst og fremst um, um tíðin ikki er komin í størri muni at brúka av hesum peningi til átrokandi endamál, sum mugu haldast liggja á láni. Eins og í Noregi sleppa borgarar í kommunum og fylkjum ikki at taka seg saman um at tryggja góða sjúkrarøkt, góðar skúlaskipanir, ellis- og barnarøkt o.s.fr., tí staturin hugsar bert um at stýra oljumiljardunum.
Politiski hugurin í Føroyum at skifta landsbúskaparliga og vinnuliga skaðiliga stuðulin úr danska ríkiskassanum út við eina eins skaðiliga eykainntøku úr einari møguliga komandi oljuvinnu kann fáa teg at óttast, at lopið inn í eina hátøkniframtíð gerst eitt reyvafall í oljuni. Áhugin fyri at fáa landskassanum eyka inntøkur fara í besta fall bert at tryggja, at vit kunnu hava nógv fólk í almennari tænastu ella dúvandi upp á almennar inntøkuveitingar, og í versta fall verða forðingar fyri, at føroysk vinna kann menna seg at liva í hátøkni- og kunningarsamfelagnum. Úrslitið gerst tað sama, nøkur fá kunnu ríka seg upp, restin livir eitt staðbundið lív uttan meiningsfult arbeiði og framtíð, har ongin framfúsur og lívsavbjóðandi ungdómur støðast .
Vit mugu ikki lorka okkum framtíðina av hondum
Føroyska samfelagnum standa ótrúliga spennandi møguleikar fyri framman. Tað ræður bert um hjá okkum at taka burtur allar tær mongu sjálvskaptu forðingarnar, ið gera at virkisfúsin ungdómur ikki sleppur framat, og at smáu og nýggju fyritøkurnar í Føroyum ikki sleppa at virka, mennast og skapa spennandi og góð arbeiðspláss fyri virkishugaðar føroyingar.
Fremsta og alrastørsta forðingin liggur í, at tað almenna situr á knappliga helvtini av øllum arbeiðsplássum í Føroyum, av hesum er kanska ein triðingur arbeiðspláss, sum í framkomnum londum rundan um okkum eru privatvinnulig arbeiðspláss, og í teimum mest framkomnu londunum eru um 20 % av teimum almennu arbeiðsplássunum annars farin úr statsligari ogn til kommunur ella felagsskapir, sum røkja tænasturnar við munandi hægri tænastustøði enn frammanundan. Vit eru skjótt á veg til at taka Grønland aftur. Ætlanin at seta eitt alment oljufelag á stovn er tískil demokratiskt og samfelagsmennandi burturvið; almenni og politiskt stýrdi eigaraskapurin gerst bert enn størri.
Ovurstóri almenni eigaraskapurin tryggjar samstundis, at tær fáu privatu familjufyritøkurnar kunnu einsamallar sita á restini og forða ungum framfýsnum at sleppa framat. Ein annars landsgagnlig fyritøka sum Atlants Kolvetni, sett á stovn í tøkum tíma, gerst ov lættliga skjóti vegurin til eitt 13-familju samfelag sum íslendska. Tað liggur í oligarkisku skipanini av felagnum, men eisini í at føroyingar uttanlendis ikki sleppa at vera partaeigarar. At vit fara at hava færri familjur enn í Íslandi er eyðvitað, men hetta ger ongan mun annars.
Verandi skipan ger, at tey fáu gerast ríkari og kunnu støðugt taka sær teir bestu bitarnar, tá tað almenna verður kroyst til at lata burtur av tí, sum tað av óhepnum viðurskiftum hevur lagt undir seg, og at tey mongu liva frá hondini til munnin uttan størri vónir og møguleika fyri einari ríkari framtíð.
Av tí sama ger verandi skipan, at samfelagið sum heild verður ov veikt at taka av stóru avbjóðingunum og missir menningarmøguleikarnar í at megna avbjóðingarnar. Vit lorka okkum framtíðina av hondum.
Lat vanliga Føroyingin fáa veruligan lut í felagsognini nú!
Seinastu tvey?trý árini hava fleiri røddir verið frammi um at selja burtur av teimum fyritøkum, sum tað almenna eigur, og at gera aðrar almennar stovnar til almenn partafeløg, sum so seinni kunnu verða seld. Seinast er sonevnda Caragata-frágreiðingin komin við somu staðiligu áheitan á landsins myndugleikar, tí hetta kann eisini vera við til at minka um almennu skuldina.
Tað eru sostatt nógvar orsakir til, at tað almenna eigur at sleppa sær av við tær mongu fyritøkurnar, sum tað beinleiðis ella umvegis eigur alt ella høvuðspartin í. Men skulu vit sum samfelag verða før fyri at taka av stóru avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman, er avgerandi neyðugt, at so nógvir Føroyingar sum gjørligt eiga beinleiðis vinnuligan lut og vinnuliga ávirkan á gongdina, og á hvørjar avbjóðingar teir serliga vilja leggja seg eftir at taka av. Einki bendir á, at Føroyingurin ikki er førur fyri at umsita sín egna ognarlut við skili, tvørtur ímóti .
Vit mugu tí vóna, at tíðindini eru sonn um, at Føroya landsstýri og løgting eru farin undir at fyrireika og fremja eina skjóta umskipan av sínum eigaraskapi av fyritøkum og stovnum, soleiðis at flest møguligir føroyingar gerast beinleiðis medeigarar í hesum. At myndugleikarnir eru komnir langt áleiðis við einari miðvísari ætlan um fremjanina av hesari sølu, so partabrøvini, í hvussu so er í fyrsta umfari, koma so vítt millum so mangar Føroyingar, burturi og heima, sum gjørligt, og í so stórum pørtum av samlaða partapeninginum, at nýggju partaeigararnir fáa ávirkan á gongdina í felagnum.
Vit mugu eisini vóna, at fyrireikingarnar ikki verða seinkaðar av ætlanunum um ein virðisbrævamarknað í Føroyum. Ein slíkur fær ikki veruligan týdning, uttan so at vit eru fús og fyrireikað at lata allar føroyingar sleppa upp í part.
Kjartan Kristiansen