Vit verða dovin av summartíð

Tá klokkan verður flutt fram, og vit eru í summartíð, brúka vit ein størri part av arbeiðstíðini upp á at reika á netinum í privatum ørindum.

Mánadag, eftir at klokkan er flutt ein tíma fram, brúka fólk nógv meira tíð, enn tey plaga, upp á at leita eftir ymiskum undirhaldi á internetinum. Tað staðfestir ein kanning, sum granskarar frá eitt nú Penn State University og tveimum universitetum í Singapore hava latið gjørt.

Kanningin vísir, at umleið ein triðingur av heimsborgarunum verða ávirkað av skiftinum frá vetrartíð til summartíð.

At nógv fólk orsaka av skiftinum millum vetrartíð og summartíð reika á netinum í privatum ørindum, meðan tey eru til arbeiðis, kann verða við til at minka um produktivitetin á arbeiðsplássum, vilja granskararnir vera við í einum tíðindaskrivi frá Penn State University.

Av tí at vit í meðal missa 40 minuttir av svøvninum, hava vit lyndi til at loyva okkum sjálvum fleiri steðgir, meðan vit eru til arbeiðis. Og hesir steðgirnir verða sum oftast nýttir við at reika á internetinum, siga granskararnir.

Í ár verður klokkan flutt ein tíma fram frá klokkan 01 til klokkan 02 náttina til sunnudag 24. marts. Flest øll lond í Europa hava hetta árliga skiftið frá vetrartíð til summartíð. Ísland er tó undantikið, tí tey brúka bara vetrartíð. Eisini Rusland er eitt undantak, tí síðsta ár bleiv avgjørt, at tey einans brúka summartíð.