Vit vóru ikki vaknir

Christian Høgni Jacobsen skoraði tvey av málunum, sum NSÍ gjørdi í Vági sunnudagin, og hann helt eftir dystin, at NSÍ-spælararnir vóru ikki klárir frá byrjan.
- Teir koma á odda og fáa straffi, og tá eru vit ikki ordiliga vaknir. Men tá vit so koma í gongd, er stórur munur á liðnum, og vit kundu fingið fleiri mál afturat, sigur Christian Høgni.
- Tað var sera týdningarmikið fyri okkum at vinna dystin, og tað eydnaðist. Men tað kundi verið sera trupult, um VB hevði skoraði upp á hatta brotssparkið. Tað var sera gott tikið av Jens Martin.