Hóast tey flestu mundu vera samd um, at hann hevði alla orsøk at vera nøgdur, so var talan um ein rættiliga vónbrotnan venjara, tá vit eftir dystin skiftu orð við Sigfríð Clementsen.
- Spyrt tú meg beint nú, so eri eg bittur um tapið. Vit stýra øllum fyrra hálvleiki, men vit gera tvey stór mistøk, sum teir skora uppá. Tað er ikki nóg gott.
Og tit missa so eisini ein mann beint undan steðginum. Hvat royndi tú at siga spælarunum í steðginum?
- Vit tosaðu um tað góða arbeiði, sum vit høvdu gjørt allan fyrra hálvleik, og vit vóru samdir um, at vit avgjørt ikki skuldu grava okkum niður, nú vit vóru ein færri. Og fyri at fyribyrgja hesum, valdu vit so at flyta ein mann longur fram.
- Sjálvur haldi eg eisini, at vit eru fantastiska raskir. Fyrstu ferð at FCM megnar at spæla bóltin runt, er okkurt um eitt korter eftir av dystinum. Og sjálvir klára vit eisini at skapa nakrar møguleikar. So ein 2-2 javnleik høvdu vit so ruddiliga uppiborið í dag.
Tað tóktist eisini, sum orkaðu tit betri hesaferð, enn tit gjørdu í Herning?
- Tað hevur meira at gera við umstøðurnar. Vøllurin her ger, at teir fáa minni ferð á sítt spæl, og tí fáa teir ikki trýst okkum eins nógv. Og so er tann í Herning eisini tveir metrar breiðari. Tað gevur altso 100 fermetrar meira at spæla á.
- Hartil haldi eg eisini, at vit eru eitt sindur frekari í dag. Vit liggja hægri við aftaru monnunum, soleiðis at vit í nógv størri mun koma niðan á vøllin.
Errin
Stóri munurin millum liðini bæði var tó helst, at sum einstaklingar vóru gestirnir tað lítla pettið betri, skjótari og sterkari. Og partvíst viðgekk Sigríður eisini, at so var.
- Tosar tú um kropsliga styrki í nærdystum, so eru teir kanska betri fyri, men eg haldi kortini, at vit vinna teir flestu nærdystirnar. Men tá bóltarnir koma innfyri, so fáa teir kanska seinasta fótin á, men hinvegin, so fáa teir ikki mál burtur úr sínum innleggum í dag, so eisini har fingu vit eitt betri tak á teimum, helt Sigfríður.
Men hóast alt, so viðgekk Sigfríður, at hann var errin av sínum monnum, sum hann helt fremja eitt fantastiskt liðavrik, har eingin skuldi takast framum annan.
- Hatta var eitt liðavrik allan vegin ígjøgnum. Allir arbeiða sum leyvur, og tað var deiligt at síggja.
- Og tekur tú samanum og hyggur at, hvørjum vit spæla ímóti, so er hetta eisini flott. Spyrt tú meg í morgin, so eri eg sikkurt nøgdur um dystin, men beint nú er vónbrotið stórt, segði venjarin, áðrenn hann at enda staðfesti, at góðu avrikini í Europa nú skuldu flytast yvir til landskappingina.
- Tað er tað avgjørt týdningarmesta hjá okkum nú. Vit skulu føra avrikið her yvir á landskappingina, og har er málið púra greitt. Vit skulu vinna hvønn tann einasta av teimum sjey dystunum, sum eru eftir. Hvørki meira ella minni