- Vit ungu skulu taka ábyrgd

Kyndil hevur havt eitt gott ungdómsarbeiði, sum nú sæst aftur á besta liðnum. Hjalti Mohr Jacobsen er bara ein av fleiri stórum talentum, sum fara at manna besta manslið hjá Kyndli í ár.

Kyndil er einasta lið í landinum, sum hevur spælt uttan útlendingar síðstu árini. Hjalti heldur ikki, at tað er skeivt at taka útlendingar til landið, men hann heldur, at Kyndil gjørdi rætt, tá teir valdu at geva egnum leikarum møguleikan.
 - Ja, eg haldi so avgjørt, at Kyndil hevur valt rætt, tá teir valdu at satsa uppá egið fólk. Liðið er bert mannað av føroyskum leikarum, og hetta meti eg vera eina stóra styrki hjá okkum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Breiddin kann gerast ein trupulleiki
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Kyndil hevur mist nógv fólk síðani teir vunnu meistaraheitið, og Hjalti heldur, at hetta kann gerast ein trupulleiki hjá liðnum.
 - Fyrst mistu vit Jóhan Danielsen, Josef Abrahamsen og Marius Joensen. Hetta var ein dyggur smeitur fyri okkum. Men sum um tað ikki varnóg mikið, so fingu vit at vita, at Høgni Klein heldur ikki fór at spæla fyrrenn eftir jól, og hetta tók kanska enn harðari upp á okkum. Høgni var okkara spælstýrari, og tað verður ringt at útfilla hansara leiklut á liðnum. Við tí í huga, at vit hava mist so nógvar leikarar, so er tað klárt, at breiddin kann gerast ein trupulleiki, og tí verður sera týdningarmikið hjá okkum at fáa eina góða byrjan.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kyndil komi seint í gongd
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Ein annar trupulleiki hjá Kyndli er, at teir eru komnir nakað seint í gongd, og hetta ásannar Hjalti eisini.
 - Vit eru komnir nakað seint í gongd við venjingina. Nú hava vit endiliga fingið ein venjara, so nú hyggja vit fram ímóti kappingarbyrjan, og vóna, at hetta ikki fer at ávirka okkara spæl.
At enda sigur hann, at hann væntar sær eina javnari kapping enn undanfarin ár.
 - Eg vænti, at fleiri av liðunum vera sera jøvn. H71 fer at fáa tað trupult, meðan øll hini liðini fara at berjast um fremstu plássini. Eg vænti mær eisini nógv av grannunum úr Neistanum, sum hava fingið eitt spennandi lið. Men eitt er sikkurt, sjálvt um Neistin og Tróndur Kragesten kunnu fáa okkurt gott úrslit, so vinna teir ikki meistaraheitið, ei heldur okkum í Kyndli.