Í morgun var valfundur á Miðnámsskúlanum á Kambsdali har formenninir í teimum ymsu flokkunum løgdu fram. Eitt, sum serliga hevur vakt ans hesar seinastu dagarnar, eru útsøgnin hjá Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum, og landsstýrismanni í uttanlandsmálum, um samkynd. Jenis av Rana hevði ikki víst á ein forsætisráðharra sum Søren Pape Poulsen tí hann er samkyndur.
##med2##
Og tað gjørdu næmingarnir á Miðnámsskúlanum á Kambsdali vart við í morgun tí tá ið valfundurin var, brúktu tey høvi til at vísa LGBT+ í Føroyum stuðul eftir útsøgnirnar hjá Jenis av Rana um samkynd-
Næmingarnir siga, at tey vildu vísa, at tey stuðlaðu LGBT+ og samstundis siga tey, at »vit ungu fordøma haturstalu og ynskja eitt land við fjølbroytni og næstakærleika«, sum tey siga. Í hesum sambandi høvdu tey málað andlitini í ælabogalitunum og høvdu hongt eitt stórt flagg upp í eitt mál í høllini á skúlanum.