Bilverkstaðið v.Hans Jacob Kollsker á Hjalla er ein nútímans verkstaður, við øllum teimum tænastum, ið hoyra til ein slíkan verkstað.
Søgan um fyritøkuna byrjar á Hálsi í Havn í 1993. Verkstaðurin var eisini nøkur ár í Slættanesgøtu. Í 2002 varð flutt inn í spildurnýggja og væl útgjørda virkisbygningin á Hjalla, sum varð bygdur til endamálið. Fyri fýra árum síðan varð ein høll bygd upp í bygningin, sum nú hevur eina samlaða gólvvídd upp á 1.000 fermetrar.
Virkisbygningurin hevur alla útgerð til upprætting og lakkering, umframt testútgerð til øll bilmerkir, dekk- og avbalanseringstól og sporitól til 4-hjólsútmáting. Flest allir bilar í dag hava aircondition-anlegg, sum eiga at verða viðlíkahildin við jøvnum millumbili, tí hevur verkstaðurin eisini tól til hesi eftirlit. Tryggingarskaðar er ein stórur partur av virkseminum hjá verkstaðnum, ið umvælir skaðar fyri bæði tryggingarfeløgini eins og privatar skaðar.
Umframt persónbilar verða eisini bussar lastbilar og onnur akfør umvæld og lakkerað á verkstaðnum. Lakkerað verður við vatnbaseraðum DuPont lakki, sum er so umhvørvisvinarligt sum yvirhøvur til ber. Vit hava drúgvar royndir við lakkeringsuppgávum, og tí kunnu vit átaka okkum so at siga allar lakkeringsuppgávur. Alt frá smáum lutum til stórar bussar, sigur Hans Jacob Kollsker.
Fyritøkan var tann fyrsta í landinum, sum spesialiseraði seg í at umvæla steinstøkk á forrútum.
Hetta er ein tænasta, sum bæði privatir kundar og tryggingarfeløgini hava ágóða av. Nógvir pengar eru at spara, við tað at steinstøkkini í rútinum kunnu umvælast ístaðin fyri at skifta rútin. Fyritøkan hevur eisini spesialiserað seg í at skifta rútar og umboðar Dan-Glas rútar í Føroyum. Virksemið er nú eisini víðkað til at selja dekk. Herfyri fekk fyritøkan umboð fyri dekkmerkini Vredestein og Toyo.
Starvsfólkini verða alla tíðina dagførd við tí nýggjasta, sum kemur fram innan upprætting og lakkering, eins og øðrum av okkara tænastum. Vit eru tilsamans átta starvsfólk, sum leggja dent á altíð at veita kundanum eina góða tænastu, sigur Hans Jacob Kollsker.